Drúgvar royndir innan klædnahandlar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard gjørdi við Brian Hansen í matstovuni "Smakka" í Norðurlandahúsinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard gjørdi í sendingini "Breakfast" á Rás2 við Brian Hansen úr Hvalvík. Samrøðan var gjørd í matstovuni "Smakka" í Norðurlandahúsinum.

 

Brian Hansen hevur drúgvar royndir tá talan er um klædnahandlar. Hann hevur arbeitt í "Skálki", sum ungur, og hevur eisini drúgvar royndir úr Danmark. Nú er hann komin heim á klettarnar aftur, og hevur saman við øðrum byrja nýggja handilin "Bob and Marilyn´s suitcase" í Havn, sum heldur til har, sum Skipshandilin helt til í mong ár.

 

(Privatmynd)