Dr.Phil og mr. Hyde? Tann amerikanski sjónvarps læknin er eftir øllum døma ein heilt annar persónur, tá upptøkutólini eru sløkt. Tann vælumtókti sjónvarps læknin verður ákærdur fyri at verða ein heilt annar persónur, enn tann fitti og skiljandi læknin vit kenna frá skíggjanum. Tá upptøkutólini eru sløkt, vísur seg ein heilt øðrvísi persónur.
-Tá upptøkutólini eru tendraði tykist hann sum ein góður sálarfrøðingur, sum er sera áhugaður í sínum gestum. Men tá tólini eru sløknaði rímur hann frá pallinum og tónalagið gerst eitt annað.
Sambært danska blaðnum BT, eru hetta staðfestingar frá einum persóni ið starvast hjá Dr.Phil.
Tann 58 ára gamli Phil McGraw tykist eisini sum ein trúgvur og kærleiksfullur maður, men fólkini handan sjónvarpsrøðina siga, at Dr.Phil ikki er so hjartagóður við konu sína.
Í National Enquirer sigur ein dulnevnd kelda, at Phil er dupultmoralskur.
-Tá Robin er við spælir hann kærleiksfullur og umhugsin, men tá hann heldur at eingin hoyrir, hevur hann sum vana at rópa eftir henni.
Ein kvinna ið førur seg fram í blaðnum National Enquirer sigur, at hon bert var 19 ár tá Dr. Phil gjørdi seg inn á hana, meðan hann tosaði í telefon við konu sína.
-Hann var greiður yvir at hann skaddi meg sum sjúkling, og hann fer við konu sínar á júst sama hátt, sigur kvinnan.
Í bókini ?The making of Dr. Phil? sigur Robin, kona hansara, at undir einari kanning av bilinum koyrdi Phil á hana fleiri ferðir. Dr.Phil sigur soleiðis um hendingina:
- Tú lá ikki undir bilinum. Eg legði teg í bagagurúmið.