Ein grind á einar 50 hval hevur nú lagt beinini í Sandágerð í Havn.
Drápið gekk væl, og tað gekk skjótt fyri seg. Fyrsti hvalurin varð dripin klokkan 14:36, og klokkan 14:41 var liðugt. Drápið tók tí ikki meir enn 5 minuttir.
Talan er um eina grind á einar 50 hval.
- Eg meti tað til einar 50 hval. Har vóru nógvir bátar og nógv fólk, og eg gangi út frá, at tað verður býtt í drápspartar. Tað er tann fyrsta metingin, áðrenn eg taki støðu til meira, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Boðað varð frá grind yviri við Strond í dag, og hon hevði flutt seg við nógvari ferð suður eftir. Hon varð funnin aftur við Glyvursnes, har hon varð rikin inn frá.