Verjin hjá fýra monnum, sum eru tiknir og settir í samband við morðið á russisku blaðkvinnuna Onnu Politkovskaja fyri tveimum árum síðani, vil vera við, at tað var ein russiskur politikari, sum legði drápið til rættis.
Murad Musayev, sakførari, segði við tíðindafólk í Moskva í gjár, at politikarin er nevndur í ákæruritinum hjá ákæruvaldinum, og hann segði seg hava fingið vissu fyri, at maðurin er framvegis í Russlandi.
Anna Politkovskaja var kend fyri sínar atfinningarsomu blaðgreinar um eitt nú kríggið í Kekenia, har hon legði russiska herin undir at fara óneyðuga harðliga fram. Hon bleiv funnin skotin uttan fyri íbúð sína í Moskva á heysti í 2006.