Hin 48 ára gamli búskaparfrøðingurin, Alfonso Portillo, verður væntandi nýggjur forseti í Guatemala. Onki løgið er í, at ein búskaparfrøðingur er politikari. Men Portillo er annað enn kønur í búskaparfrøði. Meðan hann var í útlegd í Meksiko myrdi hann tveir mans. Hendingin fór fram í 1982, og Portillo sigur sjálvur, at talan var um sjálvverju. Hann varð ongantíð dømdur fyri drápini, tí rætturin í Meksiko slepti málinum 3 ár seinni.
Alfonso Portillo hevur undir harða valstríðnum í Guatemala havt til frægd at reypa av drápunum. Seriga við tí fyri eyga at vísa, at hann ikki ræðist fyri at lóg og landaskil skal haldast!
Politiska gongdin hjá Portillo hevur verið sera vinglut. Ungur var hann sera vinstrasinnaður, men síðani tá hevur hann verið í fleiri ymsum flokkum, og nú er hann høgramaður burturav. Mótvalevnið Portillos er hin vinstarsinnaði Oscar Berger. Sæmbært veljarakanningum fær Berger einans 20% av atkvøðuum, meðan Portillo eftir øllum at døma fær nærum aðruhvørja atkvøðu.