Í 2002 stoyttu eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt týskt flutningsflogfar saman 11 kilometrar uppi yvir Boden-vatninum á markinum millum Týskland og Sveis.
Í vanlukkuni misti russarin Vitalij Kalojev konuna og báðar døturnar, sum vóru fýra og ellivu ára gamlar. Hann gjørdist frá sær sjálvum og fór til Sveis, har hann myrdi danska flúgvileiðaran Peter Nielsen, sum hevði havt vakt í eftirlitstorninum, tá vanlukkan hendi.
Vitalij Kalojev fekk átta ára fongsul, men seinni varð revsingin broytt, og í heyst slapp hann leysur. Í Moskva fekk hann eina stórfingna móttøku, og í heimlandinum Norður Ossetia bleiv hann mettur sum hetja. Nú er hann tilnevndur vararáðharri í byggimálum, skrivar svenska Aftonbladet.