Drápsmaðurin hevði sjónband av sær sjálvum

Cho Seung-Hui sendi sjónvarpinum NBC eitt sjónband av sær sjálvum, áðrenn hann myrdi 30 fólk afturat. Tá Cho hevði skotið tey bæði fyrstu fólkini, fór hann á eitt posthús við einum pakka til sjónvarpið NBC. Í pakkanum var eitt sjónband, sum vísir Cho vápnaðan við skammbyrsum og knívi.

Á bandinum sigur hann m. a:

-Tit høvdu fleiri møguleikar at sleppa undan tí, sum nú er hent. Men tit góvu mær einki val, og tí eru hendur tykkara blóðugar.

NBC fekk ikki pakkan við sjónbandinum fyrr enn í gjár, tí postnummarið uttaná var skeivt.