Drápsmenninir hjá Gaddafi skulu í rættin

Tann ella teir, sum gjørdu av við Mummar Gaddafi, skulu í rættin. Tað sigur tann nýggja leiðslan í Libya nú.

-Vit fara ikki at bíða, til onkur biður okkum kanna hetta. Vit hava longu sett eina kanning í verk, men eg eri vísur í, at í hesum førinum var tað ein einstakur, sum tók málið í egnar hendur, og ikki herurin, sigur Abdel Hafiz Ghoga, sum er næstformaður í skiftisráðnum. Hann leggur afturat, at tann ella teir, sum hava ábyrgdina av drápinum, skulu fáa eina rættvísa viðferð í rættinum.

Muammar Gaddafi var á lívi, tá hann varð tikin við býin Sirte, men á myndum, sum eru tiknar eina løtu seinni, er hann deyður. Fleiri lond og mannarættindafelagsskapir hava karvt, at tað verður kannað, hvussu hann doyði.