Hvønn sunnumorgun fylkjast umleið ein millión fólk um lurtitólini, tá vælumtókta undirhaldssendingin Café Hack er á skránni á donsku útvarpsrásini P4.
Hetta er sætta árið, at hetta hugnaliga útvarpskonseptið bergtekur lurtarar við hugnaligum dáminum á Café Hack í Århus, har kaffigestir, espresso-brús, koppaklirr og stákan láta í bakgrundini. Innihaldið er lættligt kendisprát, herligar hugleiðingar og smásøgur, umframt lovprísan av øllum tí góða í lívinum: mati, tónleiki, kærleika og gerandisdegnum. Vertur fyri sendingina er kendi danski skemtarin Søren Dahl, sum nógv okkara helst minnast frá bólkinum ”De Nattergale”.
Gott radio
Søren Dahl sigur við Sosialin, at Café Hack hevur ein rættiliga stóran og trúgvan lurtaraskara, eisini í Føroyum. Eitt av endamálunum við at senda úr Føroyum í summar, er at gera vart við, at summarið ikki bara er í Spania.
- Og so fegnist eg eisini um at ferðast til eitt stað, har mær ikki nýtist at svimja í sólkremi hvønn dag, sigur hann í telefonini úr einari svimjihøll í Danmark. Eisini vóru útlitini fyri einum góðum bita úr rúgvismikla føroyska hjallinum ikki sørt dragandi hjá danska útvarpsvertinum, sum millum annað er vinmaður hálva føroyingin Jacob Haugaard og Niels Halm, stjóra í Norðurlandahúsinum.
Verturin greiðir frá, at hóast caféin er skift út við fuglaberg og aldututl í summar, verður innihaldið nakað tað sama sum vanligt. Men fyrsti tímin er ein endursending av einum av prátunum frá í vetur – hesi prát eru eisini grundarbulurin í sendingunum.
Søren Dahl sigur, at hann hevur valt nøkur prát, sum hann var serliga væl nøgdur við, millum annað við Lars Larsen, Poul Nyrup Rasmussen, Carsten Jensen og Etta Cameron.
Feria og arbeiði
Brotini úr Føroyum vórðu framleidd niðurfyri, tá ið fólkini handan sendingina herfyri fingu tvær flugur í einum: Feriu og gott radio. Tí tók verturin ”hele den pukkelryggede” sum hann málber seg við sær til Føroyar.
Fyrsta sendingin av teimum fimm varð send í gjár, sunnudagin, har Søren Dahl sat úti á eggini á Ennibergi við mikrofonini, meðan konan og børnini vóru farin til Havnar. Umframt stórsligin lovorð um náttúruna, prátaði hann við Niels Halm. Eisini hoyrdu vit eitt innslag um føroyska málið og vakrir føroyskir tónar frá Guðrun Sólju og Anniku Hoydal vóru at hoyra.
- Komandi sunnudagarnar hoyra vit meira úr hesum landinum, sum eg meti verða miðdepilin í Norðurlondum, sigur Søren Dahl, sum sjálvandi eisini fer at arga okkum eitt sindur. Í næstseinastu sending prátaði hann við Jacob Haugaard um Føroyar, og komandi fýra sunnudagarnar verða millum annað prát við Niels Halm, umframt at kavað verður niður í goymsluna hjá DR eftir gomlum innsløgum um Føroyar. Hópast tónleikurin er ein av hornasteinunum í Café Hack verða tað ikki bara føroyskir tónar at hoyra í summarsendingunum.
- Bæði Teitur, Eivør og Guðrun verða ofta spæld í sendingunum frammanundan – ikki tí tey eru føroysk, men tí tey eru góð. Eg leggi eg meg ikki so nógv eftir at spæla lokalan tónleik, men feitan tónleik, staðfestir Søren Dahl, sum kortini valdi at spæla bæði Guðrun Sólju og Anniku Hoydal í fyrstu sendingini í gjár.
Lurta á netinum
Tað ber saktans til at hoyra Café Hack afturvið rundstykkjunum sunnumorgun her í Føroyum eisini. Sendingin verður varpað beinleiðis millum kl. 11-13 fø. tíð á heimasíðuni hjá P4. Á somu síðu liggja eisini eldri sendingar frá Café Hack. Síðsta sendingin úr Føroyum verður sunnudagin 10. august.
Lurta á: www.dr.dk/cafehack og www.cafehack.dk.