Dráttur fór svevandi heim

Tað stóð nógv á hjá Drátti, men eftir fýra til tíðir spennandi sett, kundu tær loksns staðfesta, at stigini fingu tær heim við sær

 

TB-Dráttur 1-3

13-25, 15-25, 25-21, 24-26


Flogbóltur


Høllin í Trongisvági hýsti tí mest spennandi dystinum í vikuskiftinum skuldi man gera eina meting eftir pappírinum. TB fekk vitjan av Drátti í meistardeilduni hjá kvinnum. Hesi bæði liðini eru ávikavist nummar trý og tvey. Dysturin fekk eina ógvuliga skuffandi og keðiliga byrjan, men sum dysturin leið, nærkaðist hann vónunum, og endin varð, at vágagellurnar drógu longsta stráið.


Dráttur domerandi

Dráttur hevði takið tey bæði fyrstu settini. Genturnar av Tvøroyri høvdu vánaligar móttøkur, og verjuspælið var heldur ikki nakað at reypa av. Dráttur spældi heldur ikki upp til sítt besta, men tær kundu tó dúva upp á mistøkini hjá mótpartinum. Við øðrum orðum so var TB slettis ikki við í dystinum, og hjá Drátti var tað minimumslógin tað snúði seg um; tær gjørdu ikki meir enn neyðugt.


Annar slingur í valsinum

Í triðja settið bleiv alt endavent. TB genturnar tóku annað skinn um bak, og byrjaðu at spæla góðan flogbólt. Bæði móttøkur og verjuspæl vórðu nógv betri, og hetta betraði eisini um fyritreytirnar fyri álopsspælinum.

TB dugdi eisini at betur at lesa spælið hjá Drátti, og genturnar frá Tvøroyri vístu síni kynstur sum blokaduleikarar. Tað at tær megnaðu at blokera meira, var eisini lykilin til stóru framgongdina, tí í flogbólti sigur man at man vinnur dystin frammi við netið og ikki afturi á vøllinum. Selma Danielsen, ið spælir mitt fyri hjá TB, hevði nú ein góðan dyst frammi við netið. Hon blokkaði ógvuliga væl, og í álopsspælinum var hon eisini sera effektiv. Hetta var samstundis fyrsti dysturin hjá TB har tey nýttu libero. Harriet Hammer leikti sum Libero og kom inn fyri Selmu afturi á vøllinum.

Selma fekk sostatt eisini høvi at hvíla seg av og á. Nakað sum eisini var viðvirkandi til, at hon stóð seg somikið væl.


4. sett

Fjórða og seinasta settið var eins og tað triðja, burtursæð frá endaliga settúrslitinum. Bæði liðini kempaðu væl, og tað var sera javnt at kalla alt settið. Dráttur hevaði nógv á miðjuna til Helgu Nordendal og tí ungu Sólgerð Henriksen, og tá Marina Popovich var frammi fóru eisini nógvar hevingar út á kantin. Sum áður sagt so kláraði TB at lesa spælið av hjá Drátti, men Dráttur vístu hvat tær vóru gjørdar av. TB hevði settbólt í hesum settinum tá Marina Popovich fór aftur at serva. Støðan var 24-23 til TB, men við góðum sveviservum servaði Marina sigurin heim til Vágagellurnar.