Fossanes ? Dráttur 0 ? 3 (11-25, 12-25, 16-25)
Flogbóltur
Meistaradeild, kvinnur
Fossanes berjist framvegis við at vinna fyrsta dystin í meistaradeildini. Tað eydnaðist sjálvsagt ikki ímóti Drátti, men genturnar av Fossanesi smæddust als ikki burtur. Framgongdin hevur verið stór, og lagið á spælarunum er gott, men gott hevði verið við einum sigri.
Venjarin hjá Fossanesi, gamli mjølnirleikarin Jón Kári Frederiksen sigur, at genturnar hóast alt eru óførar. Venjingarnar hava gingið væl, og liðið hevur avgjørt framtíðina fyri sær. Vit spæla ofta upp ímóti hinum liðunum, men mitt í settunum missa vit takið, og so fara vit fleiri stig afturum í einum. Eisini eru genturnar heldur varnar og kanska eitt sindur bangnar viðhvørt. Tað kemur alt samalt upp á pláss við tíðini. Væntandi vera leikararnir teir somu næsta kappingarár, so tá man fara at liggja betur fyri.
Dráttur er annað liðið í gullstríðnum, men eftir tapið fyri Mjølni á heimavølli seinasta sunnudag, er kravið, at dysturin ímóti Mjølni í Klaksvík leygardagin verður vunnin, skal gullið til Vágarnar fyri fyrstu ferð.