Dráttur vil upp í part

Við einum greiðum og fult uppibornum 3-0 sigri á Mjølni í gjárkvøldið, hevur Dráttur av álvara meldað seg upp í kappingina um at koma í FM-finalurnar. Nú eru bara tvey stig millum nummar tvey og nummar fimm á stigatalvuni

FLOGBÓLTUR

Ikki kann sigast annað, enn at flogbóltskappingin hjá kvinnunum verður bara meira spennandi fyri hvønn dyst, ið verður spældur. Við sigri á KÍF í Kollafirði vann Fleyr seg í fyrrakvøldið upp á síðuna av Mjølnir, men tá klaksvíkskvinnur í gjárkvøldið skuldu vinna seg framum aftur, rendu tær seg í eitt óvæntað tap fyri Drátti, sum sostatt er væl á veg inn í kappingina aftur.
Tað er ikki sørt, at hetta minnir um kappingarárið í fjør, tá fýra lið kappaðust um silvurið og gullið í allarseinasta umfarinum. SÍ er framvegis greitt oddalið við 18 stigum og væl á veg ímóti FM-finaluni, og í løtuni bendir altso alt á, at tað verður ein kapping millum fýra onnur lið um at hitt finaluplássið.
Mjølnir og Fleyr hava 12 stig, meðan TB og Dráttur hava 10 stig, men um vikuskiftið kann TB eisini koma upp á 10 stig og enntá sleppa fram um Fleyr, um tað eydnast at vinna á ÍF, sum vitjar í Trongisvági í morgin klokkan 14.

Dráttur-Mjølnir 3-0
(25-15, 25-23, 25-17)
Á pappírinum og eftir stigatalvuni skuldi útidysturin hjá Mjølnir á Giljanesi verið mestsum ein avgreiðsluspurningur, men Dráttur vildi tað so sanniliga øðrvísi. Ikki nóg mikið við, at tær í Drátti vunnu dystin, men tær gjørdu samstundis slætt borð og vunnu ein greiðan og fult uppibornan 3-0 sigur. Uttan síðustykki er hetta mest óvæntaða úrslitið í flogbóltskappingini higartil!
Men fyri tað skulu hini liðini ikki lata seg snýta av Drátti, ið hevur verið í einum aldudali, men nú sær út til at hava fótað sær. Maja Popovic er heilt greitt ein styrkur fyri liðið, hóast hon kanska kundi verið uppaftur størri styrkur, spældi hon á øðrum enn hevaraplássinum. Í gjárkvøldið var hon ein høvuðsorsøk til sigurin, umframt at Helga Nordendal og Herborg á Mýruni høvdu sín stóra leiklut í avgjørda álopsspælinum.
Í bæði fyrsta og triðja setti fekk Dráttur næstan stig burturúr, bara tað eydnaðist at fáa bóltin yvir um netið. Ikki minst gott servutrýst gjørdi sítt til, at Mjølnir ongantíð kom í gongd, og her var Herborg lykilin við fleiri góðum servurøðum. Til dømis var støðan 17-17 í triðja setti, tá hon byrjaði at serva, og tá hon var liðug, var dysturin eisini liðugur og vunnin.
Mjølnir, ið eftir øllum at døma ikki er komið fyri seg eftir skuffandi tapið sunnudagin, tá tríggir settbóltar í fimta setti ikki rukku til sigurs á heimavølli ímóti SÍ, fekk bitið eitt sindur frá sær í øðrum setti, men hóast Mjølnir var á odda tað mesta av settinum, fór Dráttur allíkavæl framum ímóti endanum.