Draga í ymsar ættir

Tað kann gerast trupult við kommunusamanleggingini í Streymoynni, tí higartil hava Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna ikki havt somu áskoðan. Loysnin verður kanska, at Vestmanna og Kvívík báðar fara saman við Havnini

Týsdagin í næstu viku verður vegleiðandi fólkaatkvøða í Kvívíkar kommunu um kommunusamanlegging.
Borgararnir í kommununi verða tá spurdir, annaðhvørt kommunan skal leggja saman við Vestmanna kommunu, Vága kommunu ella Tórshavnar kommunu. Teir verða eisini spurdir, um teir halda tað vera rætt at leggja saman við nakrari kommunu nú.
Mánakvøldið var borgarafundur í Kvívík. Væl av fólki møttu, men fundurin gav onga ábending um, hvat kvívíkingar fara at velja.

Best sum er
Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík vil ikki geva borgarum sínum nakað tilmæli, men sjálvur heldur hann ikki, at samanlegging hevur nakran skund.
- Verður eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita, fylgir peningur við, og so má kommunan um, hvønn hon letur taka sær av tí, sigur Dánjal Petur Müller.
Hon heldur annars, at uttan mun til hvørji kommunu, Kvíkar kommuna velur at leggja saman við, verða kvívíkingar og hini í kommununi altíð í minniluta og missa ávirkan.
- Men tað er gott við eini fólkaatkvøðu, so fólk fáa høvi at siga sína hugsan um samanlegging, og um tey eru áhugað fyri nakrari samanlegging, sigur Dánjal Petur Müller.
Borgararnir í Kvívíkar kommunu hava á eini aðrari fólkaatkvøðu áður sagt seg vera mest sinnaðar at leggja saman við Vága kommunu.
Á fundinum mánakvøldið møtti einki umboð fri Vága kommunu, og tí fekst einki at vita um, hvat tann kommunan heldur um at leggja saman við eini kommunu á Streymoynni.

Eitt hóskandi øki
Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna var ikki i iva um, hvørja loysn hann heldur vera besta.
- Sjálvandi eiga Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna at leggja saman. Vit hava heitt á kvívíkingar um at leggja saman við okkum, men eingin áhugi var, sigur Karl A. Olsen.
Hann heldur, at nógv mikið er við tí samtyktini í fyrsta umfari. Seinni ber altíð til at fara víðari við samanlegging.
- Vit halda eisini, at Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommunu ru ein góð eind at byggja víðari á. Hetta er eitt ríkt økið við nógvum vakstrarmøguleikum, sigur Karl A. Olsen.
Hann leggur aftrat, at eru kvívíkingar bangnir fyri at missa ávirkan, missa teir minst við at leggja saman við Vestmanna, har bæði Kvík og hinar bygdirnar kunnu fáa umboð í kommunustýrið.