Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022, skrivar hsf.fo.
Dragan Brljevic er 56 ár og er úr Kroatia. Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, har hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðani 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini.
Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Hann gjørdist liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving í summar. Dragan er komin til Føroya sum venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli.
– Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar, sigur Dragan Brljevic við heimasíðuna hjá HSF, har Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, eisini fegnast um nýggja sáttmálan.
– Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF, sigur Gunn Ellefsen.
Dragan Brljevic byrjar í starvinum 1. november ella so skjótt arbeiðsloyvið er komið uppá pláss. Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping 4. – 5. desember móti ávikavist Sveis og Hvítarusslandi. Dystirnir verða í Minsk í Hvítarusslandi.
Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari
Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022
Tróndur Arge
15. oktober 2020 kl. 17:36
Mest lisið
1
Føroyar taptu 36–24 fyri Danmark
2
TV2 vísir dystin Danmark-Føroyar (Golden League)
3
U17: Flottur endaspurtur tryggjaði Føroyum sigur á Ísrael
4
Samandráttir frá dystum hjá føroyingaliðunum í Champions League
5
VIDEO: THW Kiel vann greiðan sigur á Bergischer
6
U17-kvinnurnar taptu fyri Íslandi
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup
1 tími síðan
Fótbóltur
VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli
7 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra
8 tímar síðan
Hondbóltur
Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia
9 tímar síðan
Tíðindi
Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika
9 tímar síðan
Tíðindi
Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan
9 tímar síðan
Hondbóltur
Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi
10 tímar síðan
Fótbóltur
Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini
11 tímar síðan
Tíðindi
Tvøroyri fyrireikar seg longu nú til Suðuroyartunnilin
11 tímar síðan
Fótbóltur
Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi
12 tímar síðan
Tíðindi
Byggisamtyktin fyri Kirkjubø broytt enn einaferð
12 tímar síðan
Myndasøvn
Myndir: Jólatræið í Havn tendrað
12 tímar síðan