Dragan við róðrið

Enn tykist vera ógreitt, hvussu verður við venjarastarvinum í Vági. Hetta hevur John Christensen røkt higartil í ár, men eftir vánaligu úrtøkuna hevur sessur hansara verið sera leysur.
Í farnu viku skrivaðu vit eisini, at talan væntandi kundi gerast um at steðga samstarvinum við venjaranum, og hetta varð tá ikki avsannað av leiðsluni í felagnum. Við Norðlýsið hevði leiðslan seinni ta viðmerking, at eitt tíðindaskriv fór at koma frá VB, og tað bendir í øllum førum á, at talan verður um venjaraskifti.
Ein av møguleikunum, sum hevur verið nevndur í hesum, er Dragan Kovacevic. Hann var venjari hjá VB fyri trimum árum síðani, men ta ferðina kom stígur í, tí semja var ikki um, hvørt haldast skuldi fast um gomlu garduna, sum hevði fingið so nógv góð úrslit til felagið, ella um nýggir og yngri spælarar skuldu setast við.
Um vikuskiftið hevði VB sum partur av sínum 100 ára haldi vitjan av íslendska Reynir, og tá var tað í øllum førum Dragan, sum stóð við stýrisvølin. Dragan er longu í starvi sum ungdómsvenjari hjá VB, og tí er ikki óhugsandi, at talan verður um eina innanhýsys rokadu, har John Christensen aftur fer at taka sær av ungdómsarbeiðinum og har Dragan so fer at taka sær av besta VB-liðnum.