Danska drag queenin Peter Andersen vann danska Melodi Grand Prixið í gjárkvøldið frammanfyri nógvum túsund áskoðarum í Horsens og milliónum av hyggjarum. Lagið Drama Queen breyt frá øllum á kvøldinum, tí tað skerst ikki burtur, at hóast fólk hava tosað um eina Lordi-effekt og at Grand Prixið ongantíð fór at verða tað sama aftur, so høvdu fyrireikararnir av Grand Prixnum í eini ráskiljing og tveimum hálvfinalum. fingið kóka tey 500 innsendu løgini niður til eitt bland av heilt vanligari og sera óspennandi grand prix salat. Men lurtararnir á útvarpsstøðini P3 vildu tað øðrvísið, og atkvøddu Drama Queen inn aftur í Grand Prixið, sum eitt Wild Card.
Men Peter Andersen hevði okkurt eyka, har var lív og festligt og ein herlig sjálvsironi, ið klæðir Grand Prixnum. At øll ikki eru samd í, at sjálvsironi er rætta leiðin var prógva við, at danski soul favoritturin James Sampson og tann minst sjálvironiski av øllum,Stig Rossen endaðu á ávíkavist 2. og 3. plássi.
Føroyska Vígdis Hentze Olsen hevði ein stóran leiklut í sendingini og dansaði saman við fleiri øðrum bæði í byrjanini og undir framførslunum hjá nógvum tónleikarum, m.a. vinnaranum.