Drápsætlan móti Zelenskyj er avdúkað

Sambært ukrainsku trygdartænastuni hjálpti ein kvinna Russlandi at leggja til rættis eitt ógvusligt loftálop í Mykolajiv-regiónini, meðan Volodymyr Zelenskyj vitjaði.

 

Sambært trygdartænastuni í Ukraina (SBU) er ein ætlað drápsroynd móti forseta landsins avdúkað.

 

Ein kvinna er handtikin fyri at hava hjálpt Russlandi at leggja til rættis eitt álop á Volodymyr Zelenskyj.

 

Ein kelda í trygdartænastuni sigur, at umrødda kvinna savnaði upplýsingar um ætlaðar ferðaplanir hjá forsetanum í býnum, Mykolajiv i juni.

 

Sambært SBU hjálpti hon Russlandi at leggja til rættis eitt ógvusligt loftálop í Mykolajiv-regiónini, meðan Volodymyr Zelenskyj vitjaði.

 

Trygdartænastan sigur, at tey frammanundan vistu um ætlaninar, og tískil vórðu øll neyðug atlit tikin.

 

Seinastu vikurnar hevur trygdartænastan hildið eyguni við kvinnuni, sum síðan er handtikin fyri sínar ætlanir saman við russum.

 

- Vit handtóku hana, tá hon læt upplýsingar til russiskar fregnartænastuagentar, sigur trygdartænastan í Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.