Mátti drepa fólk fyri at fáa eitt betri lív

Dómur er í morgun fallin í málinum um mannin, sum drap fimm fólk í Kongsberg í Noreg, tá hann skeyt við boga og píli í einum matvøruhandli og síðani drap fólk í fleiri íbúðum í grannalagnum

Danskt-norski Espen Andersen Bråthen er dømdur í psykatriska viðgerð fyri álopið í Kongsberg í Noreg, har hann drap fimm fólk í oktober í fjør.

 

Dómurin í Buskerud tingrett er almannakunngjørdur í morgun.

 

38 ára gamli Espen Anderson Bråthen framdi álopið 13. oktober í fjør við boga og píli og við knívi í Kongsberg í Noreg.

 

Hann drap fimm fólk við einum knívi eftir at hava skotið eftir fólki við boga og píli.

 

Bæði ákærumyndurleikin og verjin hava grundgivið fyri, at tann 38 ára gamli átti at verið dømdur í sálarfrøðiliga viðgerð.

 

Tey hava verið samd í eini meting frá rættarsálarfrøðingum um, at maðurin líður av kroniskari parnoidari skixofreni og var so sjúkur, tá hann framdi álpini, at hann var óútrokniligur.

 

– Vit hava at gera við ein sjúkan persón. Ein persón, sum var óútrokniligur, segði Aners Christiansen, ákæri, í endaligu proseduruni.

 

Espen Anderson Bråthen hevur viðgingið sína skuld í øllum ákærunum, sum eisini í fleiri førum er um drápsroynd og grovan harðskap.

 

Undir rættarmálinum, sum var millum 18. mai og 6. juni, hevur tann 38 ára gamli greitt frá, at hann kendi, at hann mátti út at drepa fólk, soleiðis at hann sjálvur kundi verða endurføddur og fáa eitt betri lív.

 

Hann tók ein boga og píl við sær og fór fyrst í lokala Coop Extra-handilin. Har skeyt hann eftir fleiri fólkum og rakti trý, men uttan at nakar teirra fekk lívshóttandi skaða.

 

Síðani slapp hann sær undan fyrstu løgreglufólkunum, sum komu til handilin, millum annað við at skjóta eftir teimum við boga og píli.

 

150 metrar frá handilnum fór hann eftir gøtuni Hyttegata, har hann fór inn í fleiri íbúðir og drap tey, hann møtti, við knívi.

 

Maðurin var handtikin, umleið 37 minuttir eftir at álopið byrjaði.

 

Hann hevur verið tvingsilsinnlagdur á Dikemark hospital á eini tryggjaðari deild síaðni 15. oktober í fjør.

 

Mált i tali av offrum eru drápini í Kongsberg tað álvarsamasta drápsmálið í Noreg síðani 22. juli í 2011, tá Anders Behring Breivik drap 77 fólk.

 

/ritzau/NTB

 

##med2##