Danska løgreglan hevur fyri løtu síðan sagt eitt sindur um mannin, sum í gjár og í nátt skeyt og drap tvey fólk og sum skeyt og særdi fimm løgreglufólk.
Talan er um ein 22 ára gamlan mann, sum er føddur í Danmark. Her var kendur av løgregluni, fyri at hava havt ólóglig vápn og úr bandaumhvørvinum í Keypmannahavn.