Eitt óhugnaligt drápsmál er fyri í Grønlandi

Í byrjanini av oktober í fjør vórðu likamslutir av einum menniskja funnir á ruskplássinum í Ilulissat. 

- Nú hava vit reist ákæru, sum byggir á kanningararbeiðið hjá løgregluni, sigur ákærin. Mynd: Tilvildarlig.

Í dag byrjaði eitt rættarmál í Qaasuitsoq Kredsret, har ein maður er ákærdur fyri at hava dripið og sundurlimað ein mann í grønlendska býnum, Ilulissat.

 

Ákæruvaldið krevur, at hin ákærdi verður dømdur í trygdarvarðhald í óásetta tíð. Óhugnaliga hendingin fór fram í byrjanini av oktober fyri góðum ári síðan.

 

Maðurin, sum læt lív í Ilulissat, var 24 ára gamli, Maassannguaq Dalager.

 

- Eg vóni, at málið fer at ganga uttan trupulleikar. Nú hava vit reist ákæru, sum byggir á kanningararbeiðið hjá løgregluni í málinum.

 

Tað segði ákærin, Marutha Thayapharan, við Sermitsiaq, áðrenn rættarfundurin byrjaði.

 

Í byrjanini av oktober í fjør vórðu likamslutir av einum menniskja funnir á ruskplássinum í Ilulissat. 

 

Trý fólk vórðu seinni handtikin í málinum, og ein maður og ein kvinna vórðu skuldsett umleið eina viku eftir, at likamslutirnir vórðu funnir.

 

Sermitsiaq veit at siga, at tað er bara maðurin, sum nú skal møta í rættinum í døgunum, 21. til og við 24. november.

 

Sambært ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri dráp og fyri at hava viðfarið líkið av hinum 24 ára gamla á ósømiligan hátt. 

 

Umframt, at ákæruvaldið vil hava hin ákærda dømdan í trygdarvarðhald, skal hann eftir ákæruritinum eisini rinda endurgjald til tey eftirsitandi.

 

Verjin hjá tí ákærda, Finn Meinel, vil sambært Sermitsiaq ikki gera viðmerkingar til málið, fyrr enn dómurin er sagdur.

 

 

 

- Nú hava vit reist ákæru, sum byggir á kanningararbeiðið hjá løgregluni, sigur ákærin. Mynd: Tilvildarlig.