Dregur út við fátækramarki

Arbeiðið við at áseta eitt føroyskt fátækramark dregur út.

Í fjørheyst varð ein arbeiðsbólkur settur at definera eitt føroyskt fátækramark. Sambært arbeiðssetninginum skuldi nevndin koma við sínum tilmælum í apríl mánað í ár.

- Sum skilst eru ymisk viðurskifti, ið hava darvað arbeiðinum. Tíðarfreistin hevur verið í so knøpp til at nevndin hevur nátt at kanna øll viðurskifti í smálutir. Talan er um eitt rúgvusmikið og trupult arbeiði, sigur Annika Olsen.

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jenis av Rana, tingmanni fyri Miðflokkin.

Í svarinum vísir landsstýriskvinnan á, at hon hevur sett arbeiðsbólkin og orðað arbeiðssetningin. men nevndin arbeiðir annars sjálvstøðugt og óheft av politisku skipanini.

- Sostatt havi eg ikki innlit í dagliga arbeiðið í nevndini, men eg eri kunnað um, at gongd er í málinum. Eg harmist um, at hetta týdningarmikla mál dregur út og fari at streingja á at fáa arbeiðið liðugt, tó uttan at tað skal ganga útyvir fakliga grundarlagið í teimum tilmælum, sum nevndin kemur við, sigur Annika Olsen.