Dregur út við virkinum í Skopun

Arbeiðarafeløgini í Sandoynni hava rættiliga lagt rygg til fyri at fáa fiskavirkið í Skopun latið uppaftur.

Tá lunnar vórðu lagdir undir stóra uppsjóvarvirkið hjá P/F Pelagos í Fuglafirði, setti Fuglafjarðar Arbeiðsmanna 700.000 krónur í verkætlanina.

 

Nú roynt verður at endurreisa Sandoy Seafood, sum fram til seinasta heyst hevði fiskaframleiðslu í Skopun, hava tey trý arbeiðarafeløgini í oynni rættiliga lagt rygg til at fáa virkið upp at koyra aftur.

 

Arbeiðarafeløgini í Sandoynni eru Sands Arbeiðarafelag og so bæði feløgini í Skopun, Skopunar Arbeiðsmannafelag og Arbeiðskvinnufelagið Vónin.

 

Tilsamans hava feløgini hjálpt til at útvega eina saltsproytu fyri umleið hálva aðru miljón, nú ætlanin er at arbeiða saltfisk á virkinum í Skopun, tá latið verður uppaftur.

 

Christian Johan Joensen, formaður í Sands Arbeiðarafelag, sigur, at tað verður soleiðis, at feløgini koma at eiga saltsproytuna, sum tey fara at leiga felagnum, ið fer at reka fiskavirkið.

 

- Leigan kemur ætlandi at svara til umleið avdáttirnar, sum vit skulu gjalda fyri saltsproytuna, sigur hann.

 

Á almennum eyka bygdarráðsfundi í Sands kommunu herfyri, segði stjórin í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, at ætlanin er at starta uppaftur í Skopun um nakrar vikur.

 

Teir, sum standa aftan fyri Delta Seafood og Marine Harvest Føroyar, hava seinastu mánaðirnar arbeitt saman við arbeiðarafeløgunum um eina loysn fyri fiskavirkið í Skopun.

 

- Vit hava nú skilt, at tað fer at draga nakað út aftrat, áðrenn saltsproytan kemur, og vit vænta tí ikki, at virksemi verður aftur á virkinum í Skopun fyrr enn í endanum av hesum árinum.

 

Christian Johan Joensen sigur seg vóna, at støðugt fiskaarbeiði fer at verða til eini 50 fólk, tá latið verður uppaftur í Skopun.