Dreingir 10: H71 aftur best

Óli Mittún var dagsins maður við átta málum

H71 vann í spennandi finalu á VÍF í aldursbólkinum dreingir 10. H71 vann 10-9, eftir at tað spældi javnt av at kalla allan dystin.

 

Les eisini:(Gentur 10) H71 vann í umdysti

 

Munurin á liðnum var Óli Mittún, sum skoraði ikki færri enn átta av teimum tíggju málunum hjá H71. Ein løtu í seinna hálvleiki hevði VÍF annas undanvind og var á odda, men enn eina ferð vann H71.

 

Hoyvíkingar hava nú vunnið fýra av fimm steypafinalum um vikuskiftið.