Dreingir 15: SÍ fór við FM-heitinum – Ternan er á veg

Dreingir 15 hjá SÍ hava vunnið FM við 3-1 sigri á Ternuni, sum til komandi kappingarár verður at síggja í bestu deildini

Dreingir 15 hjá SÍ hava vunnið FM við 3-1 sigri á Ternuni, sum til komandi kappingarár verður at síggja í bestu deildini.

SÍ hevur vunnið enn eitt FM-steyp til steypaskápið í Sørvági, men tað var ikki uttan svørðslag frá Ternuni, sum vann annað sett 25-23. Kanska onkur av Ternu-dreingjunum verður við á Meistaradeildarliðnum innan stutta tíð. Ternan hevur nevniliga kunngjørt , at menninir aftur verða umboðaðir í meistaradeildini næsta ár, skrivar Flogbóltssambandið.

Dreingir 15:

SÍ – Ternan 3-1 (25-14, 23-25, 25-17, 25-16)

Bestu spælarar í finaluni:

Elias Ellingsgaard  Petersen, SÍ

Hanus Højgaard, Ternan

Høvðusmynd SÍ:

Standandi frá vinstru: Silas Poulsen, Einar Thorgrimsson, Elias Ellingsgaard Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Brandur Reynstind og Jón Weihe Simonsen, venjari.

Húkandi frá vinstru: Rógvi Reynstind, Karl Rúnason, Óli Kluftá, Lukas Poulsen og Atli Falkvard.