Dreingir 17: TB bjóðaði av - SÍ føroyameistari

Dreingir 17: TB vann fyrsta settið, men tað var enn eina ferð SÍ, sum stendur eftir við FM-steypinum

Dreingir 17: TB vann fyrsta settið, men tað var enn eina ferð SÍ, sum stendur eftir við FM-steypinum. Fyrsta settið gjørdist rættuliga spennandi, og vantandi varð, at SÍ fór avstað við hesum, men tað eydnaðist TB-dreingjunum at halda fast, og vinna settið 26-24. Eitt gott sett frá báðum pørtum.

Væntandi varð nú, at dysturin fór at verða spennandi, men í øðrum settið støðgaði TB fullkomuliga upp, og gjørdu nógvar feilir, meðan SÍ spældi á høgum støði, og legði trýst á TB-liðið alla tíðina. Ikki fyrr enn í 4 setti var eitt sindur av spenningi aftur, men móti endanum á settinum tók SÍ og avgjørdi settið greitt við 25-16. 

Bestu spælarar vóru:

Bjarni Joensen, SÍ

Filip Simonsen, TB

Dreingir 17: SÍ – TB, 3-1 (24-26, 25-13, 25-11 og 25-16)

Mynd - SÍ:

Aftast frá vinstru: Atli Falkvard, Rógvi Reynstind, Silas Poulsen, Einar Thorgrímsson, Róar Anderson.

Fremst frá vinstru: Tóki í Haraldstovu, Elias Ellingsgaard, Bjarni Joensen, Róar í Haraldstovu, Rajko Petrovic.