Dreingirnir endaðu nummar fimm

Føroysku U 17 dreingirnir smurdu Ísland av í dystinum um 5. plassið. Dysturin endaði 3-0 og settini vóru vunnin við stórari yvirvág.

 

 

Tey endaðu 25-12, 25-14 og 25-19.

 

 

U 17 dreingirnir hava havt eina sera góða kapping, tveir sigrar á Norra, taptu 3-2 móti Onglandi, vunnu Ísland 3-0, umframt at teir tóku sett frá Svøríki, sum eingin annar hevur gjørt fram til finaluna.

 

 

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen eru sera væl nøgdir við avriki. Ósigurin móti Onglandi er tó tað, sum nívir mest, tí føroysku dreingirnir vunnu tvey tey fyrstu settini, men mistu so sigurin á gólvið.

 

 

Kappingin er nú liðug, og U 17 landsliðið kemur aftur til Føroyar í morgin við Atlantic Airways.

                                                            

 

Finalan hjá dreingjunum verður leikt júst nú millum Danmark og Svøríki.

 

 

Dysturin um 3. plássið endaði við 3-1 sigri til Finland móti Onglandi.

 

 

Føroyar endaðu á 5. plássi, Noreg á 6, meðan Ísland endaði aftast.

 

 

Hjá U 17 gentunum gjørdist úrslitið hetta:

1 Danmark 

2 Svøríki 

3 Finland 

4 Ísland 

5 Norra 

6 Ongland 

7 Føroyar 

8 Grønland

 

Leikararnir í dag vóru:

 

Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ

Ragnar Weihe, SÍ

Hjørtur Joensen. SÍ

Jón Weihe Simonsen, SÍ

Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ

Dávið Hentze, Mjølnir

Áslakur Holm, ÍF

Hákun Weihe Heinason, Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr

Niklas Samuelsen, Fleyr

Julian Vest Niclasen, SÍ

 

Venjari: Rajko Petrovic

Hjálparvenjari: Hans Simonsen

 

Liðleiðari: Jónley Poulsen