Nú kappingarárið er farið at halla, byrja fyrstu føroyameistararnir eisini at koma undan kavi.
Vanliga eru tað tey yngstu børnini, sum eru skjótast at avgreiða sínar kappingar, og soleiðis er eisini í ár.
Kyndil vann
Seinasta vikuskifti var finaluumfarið hjá dreingjum 10 ár leikt inni á Skála, og har eydnaðist tað Kyndli at vinna heitið sum fyrstu føroyameistararnir í hesi øldini.
Ikki kann sigast annað enn, árið hjá dreingjunum hevur hylnast væl. Áðrenn farið varð undir endaspælið, vóru liðini býtt í tríggjar bólkar, har tey bæði fremstu liðini komu víðari.
Í hesum bólkum vann Kyndilsliðið allar sínar dystir, og heldur í finalubólkinum var nakað av mótstøðuliðnum, sum megnaði at standa teimum kurl.
Á myndini síggjast dreingirnir so við gullmerkjunum um hálsin saman við venjara sínum, Lotte K. Sørensen, sum stendur fyri ungdómsvenjingini hjá felagnum.
AftastBergur Sólsker, Teitur Hofgaard, Pætur Jørgensen og Lotte K. Sørensen, venjari. Fremst frá vinstru: Ivan Hofgaard, Andreas Poulsen, Tummas Pauli Joensen, Janus Jacobsen, Johan Ellingsgaard og Hans Ejdesgaard.
ÍtróttaSosialurin ynskir leikarunum og venjaranum hjartaliga tillukku við FM-heitinum.