Dreingirnir í Klaksvík so sera sannførandi

Barnaróður dreingir: Fípan Fagra var níggju sekund undan næsta bátinum á mál

Tað er norðoyastevna og harvið ársins fyrsti FM kappróður.

Í barnaróðrinum hjá dreingjum vunnu klaksvíkingar.

Fípan Fagra stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu sannførandi sigurin fór at verða.

Næstur á mál var Fiskurin úr Vági, sum var í ógvuliga tættari kapping við Knúk hjá teimum í Eysturkommunu.

1 Fípan Fagra 2.32.41

2 Fiskurin 2.41.45

3 Knúkur 2.41.47

4 Ingibjørg 2.45.25

5 Dúgvan 2.48.19

6 Falkurin 2.50.30

7 Pílur 2.41.45

8 Royndin Fríða 3.05.04

9 Nísan 3.15.04