Drekin.fo, besta heimasíðan í Føroyum

Av landinum áðrenn Ólavsøku
Tað er deiligt at síggja, at fólk í Føroyum elska okkara tjóðarítróttargrein. Eg havi búð í ørðum landi í gott 1,5 ár. Eg flutti av landinum nakað áðrenn Ólavsøku í 2004. Eg havi altíð havt serliga stóran áhuga fyri føroyskum kappróðri, havi sjálvur róð í nøkur ár. Eg var keddur av at eg mátti fara av landinum, áðrenn kappróðurin var liðugur, - hugsaði nógv um hvussu eg nú skuldi fylgja við. Fekk tó skjótt at vita, at eg skuldi bara fara inn á heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, tí at har vóru greinar skrivaðar sama dag, við úrslitum frá ymisku róðrunum. Tað gjørdi eg so, og sjálvt um eg var langa leið úr Føroyum á Ólavsøku, ja so fekk eg úrslitið at vita sama dag. Eg helt at hettar var flott, tá ið eg hugsaði um, at hettar var altso ein føroysk heimasíða.

Gott, betri og drekin.fo
Í 2005 hendi so enn eitt framstig. Menn í Havnar Róðrarfelag høvdu tikið stig til, at fáa úrslitini frá stevnunum inn á heimasíðuna LIVE, sum tikið verður til á fótbóltssíðum. Hettar stytti nógvar dagar síðsta summar, eg sat spentur frammanfyri telduskýggjanum hvønn leygardag, lurtaði eftir útvarpinum á netinum, men so fekk eg úrslit og stigartalvur av drekin.fo, oftani skjótari uppdatera enn Útvarp Føroya, eg hugsaði við mær sjálvum, at hettar kundi ikki verða betri, men har fór eg skeivur.
August mánaði kom, og eg vitjaði javnan heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, og væntaði, at nú mundi seinasta greinin verða skriva á heimasíðuni í ár, men so skuldi ikki verða, sjálvt á há-vetri verður skriva javnan um kappróður, tað er hettar sum ger at drekin.fo er best. Sjálvt heimasíðurnar hjá fótbóltinum í Føroyum halta aftaná heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag.

Drekin.fo fyri øll
Eitt seinasta herðaklapp skal Havnar Róðrarfelag og heimasíðufólkini hjá teimum eiga, tit gera eitt arbeiði fyri øll róðraráhuga í Føroyum. Eg havi aldrin hildi við einum báti hjá Havnar Róðrarfelag, men allíkavæl er nógvur spennandi lesnaður fyri meg á heimasíðuni hjá tykkum. Eg haldi bara at hettar er eitt prógv uppá at kappróður í føroyskum báti er okkara tjóðar ítrótt, vit standa øll saman um hesa grein, tað er ein rættur tjóðarandi. Eg gleði meg at flyta heim aftur í summar, so eg aftur sleppi at fylgja við í kappróðri, og eg føli tað ikki sum eg havi mist nakað, eg eri kanska betri uppdateraður nú enn nakrantíð fyrr. Takk fyri Havnar Róðrarfelag.