Drekin framúr endaspurt

Tvær tær fyrstu ferðirnar hava kappingarnar millum gentur umborð á 5-mannaførum verið púra eins. Genturnar umborð á Hvassa hava vunnið báðu ferðirnar, Tambar hevur verið næstfremst, og Drekin hevur verið nummar trý.

Leingi sá tað út sum, at róðurin í dag fór at enda á sama hátt, sum hann hevur gjørt hinar báðar ferðirnar.

Tað var javnt og tætt og harvið spennandi. Hvassi tóktist leingi hava góðar møguleikar at vinna, men so var tað, at Drekin rættuliga gjørdi um seg.

Endaspurturin hjá gentunum í Havnar Róðrarfelag var framúr, og tá ið bátarnir fóru um mállinjuna, var Drekin skutin frammanfyri Hvassa, sum var rongina frammanfyri Tambar.

 

Jóansøka 2007 - 5 mannafør gentur

1 Drekin 05:33.10

2 Hvassi 05:34.06

3 Tambar 05:34.17

4 Ørnin 05:43.05

5 Blikur 05:49.06

6 Teistin 05:59.18 1G

 

Støðan í FM - 5 mannafør gentur

1 Hvassi 19

2 Drekin 15

3 Tambar 14

4 Ørnin 9

5 Blikur 6

6 Teistin 3 1G

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Teistin

2 Ørnin

3 Hvassi

4 Drekin

5 Tambar

6 Blikur