Síðani 10-mannafarið á Argjum bleiv bygt í 2014, hevur Drekin Reyði verið mannaður øll trý árini. Fyrsta árið gjørdust argjamenn føroyameistarar men hini bæði seinnu árini hevur manningin ikki megna at vunnið FM heiti aftur. Í ár er báturin aftur mannaður, men hesa fer við spildurnýggjari manning.
26 ára gamli Ellindur Ólavsson Lydersen er bátsformaður. Hann hevur sjálvur róð í fýra ár og verður hetta hansara fimta. Hann var millum annað eisini bátsformaður umborð á Sílinum í sínari tíð, og hevur annars róð við Argjabátinum og Nólsoyingi.
Drekin Reyði manglar nú bert róðursmann fyri at vera fullmannaður, tí fyri góðum tveimum vikum síðani kom tíggjundi rógvarin umborð. Manningin er blanda við royndum og óroyndum kreftum. Vit hava tveir frá Drekanum Reyða í fjør, ein sum bara hevur róð dreingjaróður og ein sum aldrin hevur róð áður. Hinir hava allir royndir innan kappróður, summir meir enn aðrir, sigur Ellindur Lydersen.
Tað er ongin loyna at kappingin í 10-mannaførum, og kappróðri yvirhøvur, er hørð og nógv verður kraft av manningunum. Byrja verður við styrki venjing og innandura rógving, áðrenn fari verður í bátarnar um mánaðarskifti mars-apríl, tá veðrið byrjar at loyva tí.
Vit hava vant síðani umleið Novembur og royna at hava so nógvar venjingar saman sum gjørligt. Annars venja vit saman í smærri bólkum, bæði á maskinunum og við styrki. Ætlanin er at rakað eitt so høgt støðið, sum til ber og fáa tað besta burturúr. Vit vænta at kappingin verður øgiliga hørð, og tað krevur nógv, um vit skulu kappast við Ormin og Klaksvíking, sum óivað vera knasandi góðir í ár, sigur ungi argjamaðurin.
Um vit røkka sama støði sum hini 10-mannaførini kunnu vit vera nøgdir við ári, og kunnu síðani taka tað har frá. Vit royna sum sagt at fáa tað besta burturúr og síggja hvussu langt tað røkkur. Hvør kemur at rógva í framtíðini er altíð ringt at siga, men man vil altíð royna at halda uppá so nógv gott fólk sum gjørligt, tað vil eitt hvørt felag, sigur Ellindur Lydersen at enda.
Teir sum manna 10-mannafari á Argjum í ár eru: Ken Zakariassen, Jákup Joensen, Jákup Klein Hansen, Tróndur Jensson, Hávar Patursson, Sigurð Simonsen, Jógvan Joensen, Óla Hendrik av Fløtum, Martin Berg og Ellindur Ólavsson Lydersen.
Fyrsta stevna er sum vant Norðoyastevna í Klaksvík og verður hon 27. mai. Tó so, verður vónandi møguleiki at síggja Drekan Reyða og hini 10-mannaførini í eldinum áðrenn Norðoyastevnu. Ódnartøk vera sum vant hildin yvir trý umfør áðrenn FM kappingin fer í gongd. Fyrsta umfar er flaggdagin 25. apríl í Havn.