At vinna uttan at kappast er einki hugaligt. Hetta staðfestu teir umborð á Drekanum Reyða eftir ein av sannførandi sigrunum í kappingini millum 10-mannaførini eina ferð fyrr í summar.
Í dýrdarveðrinum á Fjarðastevnu í Vestmanna í dag vann Drekin Reyði fyri fimtu ferð av fimm møguligum sigrum. Eisini hesa ferð var sigurin sannførandi. Drekin Reyði legði seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og tað var ongantíð nakar ivi um, at argjamenn fóru at vinna tryggan sigur.
Harvið er heldur eingin ivi um, at Drekin Reyði fer at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til Argja Róðrarfelag í kappingini millum 10-mannaførini.
Í ársins fyrsta róðri – á norðoyastevnu – var einasta ferðin, at Drekin Reyði hevur vunnið í tættari kapping. Ta ferðina var munurin aftur til Klaksvíking eitt sekund. Síðani hevur Klaksvíkingur ikki luttikið. Í dag var Vestmenningur fyri fyrstu ferð í ár við í kappingini, og vestmenningar vístu seg at vera væl fyri. Teir vunnu seg fram á næstfremsta plássið og løgdu harvið Eysturoying, Ormin Langa og Havnarbátin aftur um seg.
At teir á Vestmenningi stóðu seg so væl í dag, kann vera ábending um, at Drekin Reyði fer at fáa ynskið um kapping at verða veruleiki á vestanstevnu og á ólavsøku. Eisini tí at Eysturoyingur sær út til at standa seg alt betri, og tí at kanska fara klaksvíkingar at bjóða seg fram aftur á ólavsøku.
Men tað skal nógv til at vinna á Drekanum Reyða, sum hevur beina kós fram ímóti FM heitinum!
1 | Drekin Reyði | 04:29.21 | ||
2 | Vestmenningur | 04:33.19 | ||
3 | Eysturoyingur | 04:38.04 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 04:45.21 | ||
5 | Havnarbáturin | 04:46.03 |
1 | Drekin Reyði | 35 | ||
2 | Havnarbáturin | 25 | ||
3 | Eysturoyingur | 23 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 21 | ||
5 | Vestmenningur | 6 | ||
6 | Klaksvíkingur | 6 |