Tað var ógvuliga tætt og harvið spennandi, tá ið fyrsti FM kappróðurin var á Jóansøku, sum í dag verður hildin í góðum róðrarlíkindum í Vági.
Fyrsti róðurin var millum 5-mannafør við gentum. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag var fyrstur á mál, eftir at kappingin allan teinin undan grótkastinum og inn á málið hevði verið sera tøtt millum ikki færri enn fýra bátar.
Hvassi og Drekin fingu besta startin, men Junkarin og Jallurin blandaðu seg skjótt uppí, og tað skifti ofta millum, hvør bátur var fremstur.
Síðstu hundrað metrarnar vísti Drekin rúkandi endaspurt og vann við heilari bátslongd frammanfyri Hvassa, sum vann á Sundalagsstevnu.
Jallurin og Junkarin vóru sera javnir eina bátslongd aftanfyri Hvassa.
5 mannafør gentur
1 Drekin 05:12.14
2 Hvassi 05:15.05
3 Jallurin 05:18.11
4 Junkarin 05:18.14
5 Firvaldur 05:19.06
6 Blikur 05:27.13
7 Tambar 05:27.16
1 Drekin 20
2 Hvassi 19
3 Junkarin 14
4 Jallurin 12
5 Firvaldur 10
6 Blikur 6
7 Tambar 3