At drekka vatn er ein vanasak. Tó eigur tú at drekka vatn, áðrenn tú verður tystur. Kanningar vísa, at tá tú ert vorðin tystur, er tað ov seint, tí tá hevur kroppurin fingið undirskot av vætu. Um tú hevur vatn hjá tær heima ella tá tú ert til arbeiðis, er tað eisini lættari at minnast til at drekka tað.