Í gjárkvøldið bar In.fo lítlan tíðindastubba um barnagarð í Billund kommunu, har námsfrøðingar høvdu funnið lutir úr eternitti við asbesti í, nú tey vóru í holt við at veksa um spæliplássið í barnagarðinum. Úrslitið varð, at nevnda økið í barnagarðinum nú er vorðið avbyrgt, meðan kanningar verða gjørdar.
Men, eitt er, hvat liggur í jørðini, og hvat vit hava á takinum, nú vanligt er, at tøk og partvís húsaklædningar eru úr eternitti. Tey, sum gingu í haganum - eisini í føroysku náttúruni - plagdu í sínari tíð at síggja beru eternittrørini stinga undan moldini, og tað var úr hesum rørum, at vit fingu okkara drekkivatn.
Tað eru longu fleiri ár síðan, at danska Umhvørvisstýrið umhugsaði at gera eina kanning sum ætlandi skuldi staðfesta, um gomlu vatnrørini í Danmark eru ein heilsuvandi. Rørini, sum eitt nú drekkivatn rennur ígjøgnum, eru nevniliga úr eternitti við asbesti.
Kanningin hjá Umhvørvisstýrinum skuldi vísa, um tað møguliga loysna asbestfiprur innan úr hesum rørum, sum síðan um drekkivatnið enda í menniskjum. Vit vita ikki úrslitið av hesi kanning, men tað kundi verið áhugavert at funnið fram til, hvørja niðurstøðu Umhvørvisstýrið kom til.
Tað var í sínari tíð Dansk Eternitfabrik í Aalborg sum framleiddi hesi rør, og bara í Aalborg vóru 200 kilometrar av tilsamans 600 kilometrum av vatnrørum úr hesum tilfari. Men, tað er ikki bara í Aalborg, at hesi rør eru brúkt. Tey eru nevniliga brúkt um alt Danmark og í øðrum londum eisini, eitt nú í Føroyum.
Við tað, at danir bora gjøgnum kálk fyri at fáa vatnið upp, er møguleiki fyri, at møguligar fiprur úr asbesti í vatninum verða ”kapslaðar” við kálki inni í rørunum og tí kanska gerast minni skaðiligar av hesi orsøk.
Tað eru ikki smápengar, sum tað hevði kostað at tikið øll eternittrør upp og lagt onnur rør ístaðin. Tí eru tað kommunur, sum hava skift ein part av slíkum rørum út um árið. Í 1920-unum og 1930-unum vórðu rør úr stoypijarni brúkt til vatnleiðingar, og eternittrørini komu serliga í fimmti-og sekstiárunum.
Tað eru longu nógv ár síðan, at kommunur í Danmark byrjaðu at skifta út eternittrør, tá brot komu á, og útskiftu rørini vórðu tá goymd í serstøkum asbestgoymslum. Sama gongd hevur eisini verið her heima í Føroyum, men In.fo veit í løtuni ikki, hvat status í Føroyum er hesum viðvíkjandi.
Spurningurin hevur verið, um vandin við at drekka vatn, sum rennur gjøgnum eternittrør, stendur mát við kostnaðin at skifta gomlu rørini út. Øll vita í dag, at asbest kann vera lívsvandamikið, um tað sleppur inn í likamið um andarásina, men spurningurin er, hvør støðan er, um asbestfiprur eru í drekkivatninum.
Norskar kanningar hava víst, at mikroskopiskar restir av asbestfiprum eru í drekkivatni, sum rennur í nevndu rørum. Men, talan er eftir øllum at døma um so smáar nøgdir, at ivasamt er, um tær yvirhøvur kunnu hava nakran týdning fyri heilsuna, sigst.