Tórshavnar kommuna hevur seinastu vikurnar havt trupulleikar við bakterium í drekkivatninum, og serliga tykist tað vera í Kollafirði, at trupult er at basa bakteriunum.
Tað er ikki meira enn nakrar fáar vikur síðani, at Tórshavnar kommuna boðaði frá, at alt drekkivatnið í kommuni var reint, men nú er aftur galið.
Í dag skrivar kommunan nevniliga á teirra heimasíðu, at vatnið í Kollafirði aftur er dálkað. Bakteriur eru staðfestar í sjey ymiskum vatnroyndum í bygdini. E-coli bakterian varð tó ikki funnin í nakrari roynd.
Kommunan upplýsir, at nú verður leitað eftir gomlum vatnbrunnum, sum møguliga enn ikki eru loystir úr vatnkervinum.