Grindin, sum varð funnin eystanfyri Nólsoynna í morgun, verður nú hildin til í Sandágerði.
Grindin gekk seint í fyrstuni, og tað vóru fáir bátar, men tá ið gongd kom á raksturin, gekk tað skjótt og nú verður hon hildin til í Sandágerði
Tað er torført at meta um støddina, men um 150 hval er ikki langt av leið, siga grindaformenn.
Vit hava meiri seinni.