Drepið ikki hønuna, sum verpur gulleggini

Havbúnaðarfelagið ávarar ímóti at leggja eyka gjøld á føroysku alivinnuna.

Í játtanarkarmunum hjá samgonguni fyri 2016 verður lagt upp til, at hægri skattur og avgjøld skulu krevjast av alivinnuni. Uppskotið hevur fingið breiða politisku undirtøku, men nú eru fyrstu atfinningarsomu røddirnar at hoyra frá vinnuni.

 

Havbúnaðarfelagið ávarar í skrivi í dag ímóti at drepa hønuna, sum verpur gulleggið. Havbúnaðarfelagið vísir á, at so seint sum í fjør gjørdu tað almenna og Havbúnaðarfelagið eina avtalu um, hvønn eykaskatt alivinnan skuldi gjalda komandi árini.

- Har varð avtalaður ein eykaskattur á 0,5 % av allari sølu og 4,5 % eyka partafelagskattur av skattskylduga úrslitinum, afturat teimum vanligu 18 %, sum fyritøkur vanliga rinda í partafelagsskatti, skrivar Havbúnaðarfelagið.

Havbúnaðarfelagið sigur, at als ikki er neyðugt at broyta skipanina, fyri at fáa fleiri skattakrónur frá havbúnaðarfyritøkunum. 

-  Útlitini hjá føroyska havbúnaðinum eru so, at inntøkurnar frá skatti og eykaskatti fara at økjast heilt av sær sjálvum. Tilsamans væntast føroyskar alifyritøkur og eigarar teirra at gjalda ein 350 mió kr. í árligum skatti til landskassan, og hetta tal kann økjast í komandi árum, skrivar felagið.

Havbúnaðarfelagið ber ótta fyri, at broytingar í skipanunum fara at skapa ótryggar karmar hjá vinnuni. Alifyritøkur hava gjørt langtíðar íløguætlanir, men broyttir karmar kunnu hava oyðileggjandi ávirkan á hesar ætlanir.

- Verður hetta støðan, er vandi fyri at man drepur hønuna, sum annars kundi vorpið gulleggini tey komandi árini, skrivar Havbúnaðarfelagið.

- Vónandi duga føroyskir politikkarir at síggja, at tað er tørvur á stabilum og kappingarførum kørmum hjá havbúnaðinum, so vinnan megnar at gera neyðugu íløgurnar fyri at framleiðsla, arbeiðspláss og eisini skattainntøkurnar hjá tí almenna framhaldandi kunnu vaksa. Skiftandi og ótryggir karmir kunnu hinvegin forða fyri hesum, skrivar Havbúnaðarfelagið at enda.