Dreyma lutakast bjargar føroyskum fótbólti

Átta milliónir meira í kassan ger, at Fótbóltssambandið kann halda fram við øllum sínum virksemi. Høvdu Føroyar fingið eitt vánaligt lutakast aftur hesaferð, hevði tað fingið avleiðingar fyri føroyskan fótbólt, sigur Torleif Sigurðsson

Formaðurin í Fótbóltssambandinum var ovurfegin, tá lutakastið til komandi EM-undankappingina varð gjørt í Portugal á middegi í gjár.
Føroyar, Týskland, Ísland, Skotland og Litava skulu hittast í einum av teimum 10 bólkunum, og tað er mjúkur musikkur í oyrunum á FSF-bossinum.
? Hetta er eitt dreymalutakast fyri føroyskan fótbólt. Ítróttarliga avbjóðingin er sera áhugaverd, og fíggjarliga kundi tað neyvan verið betri, sigur Torleif Sigurðsson.
Seinasta undankappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum var tung fyri FSF fíggjarliga. Langar ferðir og lutvíst fáar inntøkur av reklamum og sjónvarpsrættindunum merktust.
Men nú er vent í holuni.
? Samanborið við seinastu undankappingina merkir hetta lutakastið, at tað koma einar átta milliónir meira í kassan hjá FSF, samstundis sum vit fáa nógv minni ferðaútreiðslur, tí tað verður stutt at ferðast til allar dystirnar. Hetta kundi ikki verið betri, sigur Torleif Sigurðsson.

Bjargar føroyskum fótbólti
Torleif Sigurðsson fjalir ikki út yvir, at lutakastið bjargar føroyskum fótbólti.
? Høvdu vit hesaferð fingið eitt eins vánaligt lutakast sum seinast, so hevði tað fingið avleiðingar fyri Fótbóltssambandið. So høvdu verið noydd at skert okkara virksemið, og tað hevði verið sera óheppið, sigur hann.
? Men hetta lutakastið er so gott, at nú kunnu vit halda fram við okkara arbeiði, og hetta eigur at gera tað sera hugaligt hjá teimum, sum skulu stýra føroyskum fótbólti komandi árini, sigur Torleif Sigurðsson, sum í næsta mánaði leggur frá sær sum FSF-formaður eftir meira enn 20 ár í sessinum.

EM-dreymabólkurin:
Týskland
Skotland
Ísland
Litava
FØROYAR