Dreymadysturin varð av ongum

Heimsins besti kann eisini kiksa. Tað gjørdi Cristiano Ronaldo eftir bara 100 sekundum mikukvøldið, og tað var kanska høvuðsorsøkin til, at dreymadysturin varð av ongum

Fótbóltur

 

Tað tók ikki Cristiano Ronaldo langa tíð at sannføra um, at hann í løtuni er kanska vandamiklasti spælarin í heiminum.

Fyrstu ferð Manchester United royndi at søkja móti spanska málinum, varð Ronaldo feldur hampuliga langt úti. Portugisiski kanturin tók sær sjálvur av frísparkinum, og tá hetta gav hornaspark, var hann aftur á rætta staðnum. Milito nýtti armarnar, tá stútarin varð blokeraður, og so var brotsspark til United.

Vanliga skjýtur Ronaldo flatt til vinstru fyri seg sjálvan, tá brotsspørk verða tikin. Tað væntaði Victor Valdes í Bara-málinum eisini, men ístaðin valdi Ronaldo at skjóta høgt og til høgru. Og tað var nú einki gott hugskot, tí við eini bleytari innarsíðu varð bólturin sendir væl við síðuna av málinum.

 

Katalonski stoltleikin

Og so sat Barcelona sum so á tí allar mesta. Misnýtta brotssparkið, sum annars kundi givið gestunum eina dreymabyrjan, tóktist toga sjálvsálitið úr ensku meistarunum. Ronaldo sjálvur líktist ikki heilt heimsins besta spælara longur, og tað var sera sjáldan, at hann og liðfelagarnir megnaðu at hótta Barcelona.

Kanska skaptu Messi og hinir hjá Barcelona ikki teir heilt stóru møguleikarnar, men vandin lúrdi støðugt næstu trý korterini. Einasta avbrotið í so máta mundi vera, tá Ronaldo brádliga fangaði eina sløsuta avlevering og setti fulla ferð móti málinum. Men Marquez slapp væl, tá dómarin ikki metti mexicanska verjuspælaran hava gjørt nakað galið, tá hann kantaði Ronaldo niður feltinum.

Laku avrikini í heimligu liguni hava gjørt, at Champions League er einasta kappingin, har Barcelona hevur møguleikan at vinna nakað, og tað legði stórt trýst á heimaliðið. Nakað sum yvirlitið yvir “ball-possession” eisini prógvaði. Har stóð 73-27, tá dysturin var av!

Spælararnir løgdu eisini nógv fyri í royndunum at verja katalonska stoltleikan, men nærri enn einum dundurskoti frá Eto’o í síðunetið komu teir ongantíð. Henry hevði onkra góða skotroynd, og tað sama hevði Zambrotta, eins og Iniesta møguliga átti brotsspark. Og í hinum endanum skuldi Carrick verið neyvari, tá hann ta einu ferðina snýtti alla verjuni við eini simplaru fintu.

 

Eingin dreymadystur

Men mál komu ikki, og tað var ikki júst tað, sum tey flestu hildu undan dystinum. Tá varð tosað um, at talan var um dyst millum tvey av liðunum, sum spæla besta álopsfótbóltin í Europa, og tí var eingin ivi um, at bæði fóru at skora.

Ístaðin gjørdist talan um eina uppgerð, sum í longum løtum var heldur linlig, og har sterka United-verjan helt flestu av álopshóttanunum hjá Barcelona burturi í vónunum um at koma aftur til Onglands við einum brúkiligum javnleiki.

Tann ætlanin helt, og í so máta er Sir Alex Ferguson helst meira nøgdur enn hart kroysti Frank Rijkaard. Men hóast vónbrotið, so er talan heldur ikki um vónleysa støðu hjá Rijkaard og hansara monnum. Við málleysum javnleiki kann Barcelona gera útgangsstøðið hjá Manchester United heilt trupult við bara einum einstøkum máli. Og tað ber helst við sær, at enska oddaliðið ikki torir at brúka vanliga treytaleysa álopsstílin. Og við eini harðari oddauppgerð um vikuskiftið er heldur ikki víst, at Manchester United er á toppinum, tá teir týskvøldið skulu undir seinnu hálvfinaluna.

 

 

 

---

 

Fakta um dystin

Barcelona-Manchester United 0-0

Barcelona: Victor Valdés, Eric Abidal, Rafael Márquez, Gianluca Zambrotta, Gabriel Milito, Deco (Thierry Henry, 77.), Xavi, Andres Iniesta, Gnegneri Yaya Toure, Samuel Eto’o, Lionel Messi (Bojan Krkic, 62.)

Gult kort: Rafael Márquez

Manchester United: Edwin van der Sar, Rio Ferdinand, Wes Brown, Patrice Evra, Paul Scholes, Owen Hargreaves, Ji-Sung Park, Cristiano Ronaldo, Michael Carrick, Wayne Rooney (Luis Nani, 76.), Carlos Tevez (Reyan Giggs, 85.)

Gult kort: Owen Hargreaves

Skot (á málið): 20(6) 7(1)

Fríspørk: 12-20

Hornaspørk: 8-3

Høvdu bóltin: 73%-27%