Enska felagið Liverpool telist millum tey størstu og best umtóktu fótbóltsfeløgini í heiminum, og fyri nógv fólk kring allan knøttin er felagið, sum liggur við í býnum við Mersey-ánna, nakað heilt serligt.
Í felagnum eru stjørnuspælarar, sum hvørt vikuskiftið undirhalda túsundtals fólki við sínum framúr evnum við einum fótbólti, og dagliga eru hesir ungir mans slíkar stjørnur, sum tað bert ber fótbóltsspælarum til at gerast.
Nøvnini kenna vit øll ? Robbie Fowler, Steve McManaman, Paul Ince og Michael Owen eru bert nøkur av teimum ? og andlitini eru ivaleyst líka kend sum teirra fótbóltsevni. Teir vinna milliónir av krónum við at spæla fótbólt, teir eru fyrimyndir hjá túsundtals ungfólki og teir eru so nógv frammi í fjølmiðlum, at teir valla fáa flutt seg uttan at tað kemur í bløðini.
Tað er nakað heilt serligt at verða partur av slíkum felag, sum Liverpool er, og í eina viku sloppu Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Nordplayer í Føroyum og Tomislav Sivic, venjari hjá B36, at ferðast í hesi vanliga stongdu verð. Teir vóru gestir hjá enska stórfelagnum, og var tað nakað, sum tað ikki skortaði uppá, so var tað blíðskapur.
Væl móttiknir
Seinasta mánadag komu Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic til floghavina í Liverpool, og fyri temum stóð Norman Guard, sum hevur sína heilt serligu uppgávu í Liverpool FC. Hann skuldi taka sær av gestunum úr Føroyum, og næstu dagarnar skuldu vísa, at tað hevði hann serstakt hegnið til. Atlantic Airways hevði lagt ferðina til Liverpool til rættis, og bæði ferðin og uppihaldið eyndaðust til fulnar
Norman Guard hevur áður arbeitt fyri enska fótbóltssambandið, og hann var ein av teimum, sum fyriskipaði ferðina hjá enska landsliðnum til HM í USA í 1994. Síðani er hann farin í starv hjá Liverpool, hóast hann er Everton-viðhaldsmaður, og hann hevur till uppgávu at taka sær av útlendsku spælarunum hjá Liverpool. Hann skal syrgja fyri, at teir falla til í felagnum og í býnum, at øll praktisk viðurskifti eru í lagi, og hava útlendsku spælararnir bara minsta trupulleikan, kunnu teir venda sær til hansara, og so syrgir hann fyri, at alt kemur í rættlag.
Norman Guard hevur eisini til uppgávu at taka sær av gestunum hjá Liverpool, og tað var í hesum leikluti, at hann var ímóti gestunum úr Føroyum, tá teir komu til floghavnina í Liverpool seinasta mánadag.
Hann syrgdi fyri, at Jákup og Tomislav komu fram til hotellið, har teir skuldu búgva, og allar dagarnar var tað hann, sum heintaði teir báðar á hotellnum, fekk teir til venjingar og dystir og annars syrgdi fyri, at uppihalidð í enska felagnum gekk uppá stás.
? Tað var heilt ótrúgligt at uppliva blíðskapin hjá Liverpool, og tað er til at undrast á, at teir vilja avseta nógva tíð og stóra orku til slíka vitjan, sigur Jákup í Stórustovu.
Til venjing og dyst
Týsdagin vóru gestirnir úr Føroyum til fyrstu venjingina á Melwood vøllinum, har Liverpool venur dagliga. Hóast Liverpool skuldi spæla móti Grimsby í Coca-Cola Cup sama kvøld, høvdu teir eina lætta venjing fyrrapartin. Teir spældu nógv smáspøl, sum teir vanliga gera nógv av, og eftir venjingina fóru teir í húsið, sum liggur við venjingarvøllin, har teir ótu og hvíldu seg.
Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic vóru millum innbodnu gestirnar til dystin móti Grismby á Anfield Road týskvøldið, og teir hildu til í The excecutive box, har serligir gestir, leiðslan í felagnum og sponsorar eru at finna, tá dystir eru á vøllinum. Her fingu teir døgurða, og møttu annars bæði kendum og minni kendum fólki. Millum áskoðararnar hetta kvøldið var managerin hjá Aston Villa, Brian Little, og hann fingu Jákup og Tomislav eisini høvi at heilsa uppá.
Á vøllinum gekk ikki væl fyrstu løtuna, men eftir einar 20 minuttir kom gongd á heimaliðið, og teir skoraðu trý mál. Stóra stjørnuskotið í Liverpool, blaðungi Michael Owen, gjørdi øll trý málini, og ikki minst tað seinasta var ein sonn perla. Lagið var gott í felagnum eftir sigurin á Grimsby, og bæði spælarar og leisðsla vóru sannførd um, at nú var gongd komin á hjá liðnum aftur, men teir vistu sjálvandi ikki hvat bíðaði fyri framman...
Eingin kollveltandi venjing
Mikudagin fingu Jákup og Tomislav møguleika at fara í býin at hyggja seg um. Dagin eftir dyst hava spælararnir hjá Liverpool vanliga frí, og soleiðis var eisini hendan dagin. Í býnum rendu gestirnir úr Føroyum seg í tveir av Liverpool-spælarunum, sum stóðu og skrivaðu autografar til fólk, og hóast bæði Robbie Fowler og Steve McManaman stundum kunnu kenna seg eitt sindur álopnar av fólki, vóru teir fryntligir og skrivaðu tolnir autografar til spentu fólkini.
Hósdagin vóru spælararnir aftur til venjing, og tað var einki kollveltandi hjá Jákupi og Tomislav at síggja. Spælararnir spældu fyri tað mesta fótbólt á smærri og størri økjum, men teir høvdu eisini skjótleikavenjing, sum teir gera nógv við, og skotvenjing.
Hendan dagin fingu Jákup og Tomislav eisini eitt prát við Frank Scully, sum er høvuðssamskipari á ungdómsøkinum og talentleitari. Hann greiddi frá um eitt nýn nýggja fótbóltskostskúla, sum Liverpool FC er í ferð við at byggja í býnum. Skúlin, sum eftir ætlan verður liðugur síðst í 1999, fer at kosta einar 120 milliónir krónur, og tá verða alskyns fasilitetir tøkir hjá ungu spælarunum í felagnum. Á skúlanum verða 13 vallir, harav 3 í fullari stødd, og eitt lítið stadion, sum tekur eini 200 fólk, skal gerast til tey yngru liðini at spæla á. Eisini verða skúlastovur gjørdar, møguleiki skal verða hjá fólki at gista á staðnum, og bæði uppvenjingar- og viðgerðahøli verða gjørd.
Leggja lítið í kappingar
Frank Scully, sum hevur arbeitt í Liverpool í 23 ár, og sum seinastu 5 árini hevur verið høvuðssamskipari á ungdómsøkinum, greiddi eisini gestunum úr Føroyum frá núverandi ungdómsarbeiðinum í Liverpool.
Tað verður ikki lagt nógv í kappingar hjá yngru deildunum. Vanligt er at stóru feløgini hittast til dystir eitt vikuskiftið, og tá spæla allir aldursbólkarnir hjá feløgunum móti hvørjum øðrum. Úrslitini hava ikki týdning fyri nakra kapping, meðan stórur dentur verður lagdur av tey einstøku avrikini hjá spælarunum. Teir skulu allatíðina mennast, og tað skal síggjast aftur, at teir eru vorðnir betri til teir ymsu tættirnir í fótbóltsspælinum.
Liverpool leggur stóran dent á at fáa teir bestu betri. Teir halda, at tað ber altíð til at fáa teir miðal góðu spælararnar betri, men kynstrið er at fáa teir bestu til at menna seg enn meiri. Hendan uppfatan av fótbóltsspælinum hevur eisini ført við sær stjørnuspælarar sum Robbie Fowler, Jamie Redknapp og Michael Owen, sum allir eru uppaldir í Liverpool.
McManaman kendi Føroyar
Jákup í Stórustovu og Tomislav Sivic fingu prát við nógvar av spælarunum hjá Liverpool, og teir vóru sera fryntligir og fyrikomandi.
Steve McManaman segði seg kenna nakað til føroyskan fótbólt, og hevði sæð fleiri av føroysku HM-dystunum í sjónvarpi. Hann visti ikki av, at Liverpool hevði nógv viðhaldsfólk í Føroyum, men bæð gestirnar úr Føroyum endiliga heilsa teimum. Til ungar fótbóltsspælarar hevði hann ráðini, at teir skulu gera nógv við venjingina, liva sunt og akta venjaran, skuldu teir gera sær vónir um koma fram.
Danski málverjin Jørgen Nielsen er at finna í Liverpool, men hann á finna seg í at sita á beinkinum, sum eykamálverji fyri nógv útskeldaða David James. Hann helt tað vera strævið ikki at sleppa at spæla, men visti eisini, at tað vóru treytirnar. Honum dámar sera væl í Liverpool og rættiliga natúrligt er tað, at halda heldur nógv saman við norðmonnunum, sum eru í felagnum.
Roy Evans hevur tað trupult sum manager í Liverpool, og støðan er ikki vorðin lættari eftir at Liverpool tapti fyri Barnsley seinasta leygardag. hann greiddi Jákupi og Tomislav frá, at tað er hart at vera manager, og tað er altíð er hann, sum má standa við ábyrgdini av tí, sum liðið avrikar.
Eftir dystin leygardagin, sum Liverpool rættiliga óvænta tapti til Barnesley, gekk leiðin hjá Jákupi í Stórustovu og Tomislav Sivic heimaftur til Føroya, og teir vóru eitt upplivisli ríkari eftir ferðina til tiltikna enska felagið.
Liverpool er sanniliga eitt dreymafelag.