Eg havi ongan hóming av, hvat tað eru fyri eini hús, eg skjótt skal inn í, tá eg parkeri bilin framman fyri húsinum á Jóansgøtu 11.
Húsini, ið eru bygd í 2000, tykjast at vera eini heilt vanlig, føroysk hús í tveimum hæddum. Men longu tá eg komi inn forstovuna, er tað greitt, at húsið kanska ikki er heilt so vanligt kortini.
Í opna skápinum úr beton, málað við hvítari betonmáling, hanga pelsfrakkar og stillettir, og flottir harraskógvar standa pent á hillunum. Mariann rópar, at skal bara fara inn. Eg fari víðari inn í eina størri gongd. Her standa tveir ljósir Paarman stólar frá Casa í tveimum ymiskum sniðum. Á vegginum rundan um trappuna, ið gongur oman í kjallaran, hanga fýra málningar hjá Tróndi Paturssyni, og tveir bláir glasfuglar eftir sama listamann hanga uppi undir loftinum. Gólvið er úr hvíttlakeraðum eiki, og hetta gongur aftur í meginpartinum av húsinum.
Espressomaskinan tendrar sjálv
Mariann kemur úr vesinum við vátum hári. Hon bjóðar vælkomin og heldur, at tað er ordiliga stuttligt, at Rákið ger eina frásøgn um teirra heim. Vit fara inn í køkin, har hon ger mær eina kaffe latté úr einari heilt serligari espressumaskinu.
– Rúni hevur innstillað maskinuna til at tendra hvønn morgun klokkan sjey, so hon er klár, tá vit koma upp um morgunin, sigur Mariann, sum er eigari av hárfríðkanarstovunum, Royal, í Tórshavn og í Vestmanna. Spurd, nær tey fara upp, flennir hon og sigur, at tímir hon ikki at avdúka. Tá café latté er bryggjað, vísir hon mær køkin. Upprunaliga var hann úr træi, men tey hava málað hann hvítan og sett spotlights upp undir øll elementini, sum lýsa niður í svørtu, blonku flisarnar á gólvinum. Uppiyvir hongur ein flatskíggi.
– Tað er so ræðuliga deiligt at kunna hyggja í sjónvarp, meðan man ger mat. So noyðist man ikki at leypa inn í stovuna fyri at hygggja eftir Degi og Viku, sigur Mariann.
Yvir av køkinum eru stór vindeygu, og har sita tey bæði, Mariann og Rúni, ofta við høga spísiborðið og njóta útsýnið.
- Útsýnið hevur ótrúliga nógv at siga fyri okkum, greiðir Mariann frá.
Brúsa við flatskíggja
Mariann vísur mær sovikamarið. Ein stór dupultsong við svørtum teppi og einari rúgvu av pyntupútum stendur út frá vegginum mitt í rúminum. Yvirav songini hongur ein 42 tumma flat-skíggi. Tað er ordiliga lekkurt, heldur Mariann. Meðan vit standa og tosa um sovikamarið, kemur Rúni heim frá arbeiði. Hann er leiðari á netdeildini hjá Formula og hevur ofta langar arbeiðsdagar.
Vit heilsast, og hann byrjar beinan-vegin at vísa mær smarta ljósið undir seingini. Tað tendrar av sær sjálvum, tá mann reisir seg upp um morgunin.
– So vakir man ikki hin, tá man fer upp, greiðir hann frá. Tey hava nevnliga eitt ljós hvør síni megin songina.
Tað er Rúni, sum hevur innrættað øll húsini og bygt meginpartin sjálvur.
– Hann gongur so ófatiliga høgt upp í, hvussu húsini síggja út, flennir Mariann.
Vit fara øll inn á vesið, har serligi vatnkranin frá Hansa fellur einum fyrst í eyga. Ein stálkrani við rundari glasplátu, sum vatnið rennur niður eftir. Framman fyri brúsuna hongur eisini ein flatskíggi, sum Mariann heldur vera fantastiskan at hava. Tí so ber til at hava sjónvarpið frá, meðan man stendur undir brúsuni. Tá man er liðugur undir brúsuni, ber til at trýsta á ein knøtt á vegginum so dampurin fer av speglinum av sær sjálvum. Tað er nevnliga hiti í speglinum.
Hava valla tíð
Stovan er býtt upp í tvey. Ein partur er tvey trin longri niðri enn hin. Har er ein ljós chesterfield trímanssofa og ein leðurstólur, sum hoyrir til. Sofabólkurin vendir ímóti einum stórum vindeyga, sum er frá gólv til loft. Hiðani er útsýni beint oman á eitt vatn.
– Eg rópi tað Brimvíksvatnið, flennir Rúni. Eisini stendur ein brenniovnur í niðaru stovuni, men hann er ongantíð brúktur enn.
Vit ganga upp í ovaru stovuna, og Rúni gongur beint yvir til eitt lítið horn í stovuni, har tað eru tveir telduskíggjar og ein stórur Chesterfield leðurstólur.
– Hetta er mítt stað, sigur hann. Her siti eg og arbeiði, og her kann eg eisini síggja televarpið, so eg ikki noyðist at fara yvir í sofuna at hyggja, um eg nú siti og arbeiði við onkrum ávísum. Rúni hevur spraymálað allir skíggjar og hátalarar við svartari highgloss-máling, so alt matchar inni í húsinum.
Í ovaru stovuni stendur eisini ein stór, ljós Chesterfield leðursofa, og ein 52 tummar flatskíggi hongur yvirav henni.
Men hvussu fáa tey tíð til at brúka alt inni í húsinum?
– Vit bæði arbeiða so nógv, at vit hava nærum ikki tíð. Tí hava vit eitt nú flatskermar í flestu rúmunum, so vit kunnu hyggja í sjónvarp, meðan vit gera onnur ting, greiðir Mariann frá.
Tráðleyst el
Enn eru vit ikki komin ígjøgnum øll húsini. Vit fara úr aftur stovuni, inn gjøgnum køkin, út aftur í gongina og oman ígjøgnum trappurnar. Við endan av trappuni traðka vit inn í eitt fitness-rúm við bæði vektbonki, krosstrenara, boksipútu og bóltum. Og sjálvandi hongur ein flatskermur eisini í hesum rúminum.
– Her brúki eg nógva tíð, sigur Mariann, og her kann eg eisini hyggja eftir aerobicdvd ella televarpinum, meðan eg treni. Tað er fantastiskt!
Næst fitnessrúminum hevur Mariann sítt egna solarium. Í einum rúmi pent pyntað við tveimum stólum við pyntupútum og kámum ljósi stendur eitt solarium, sum Mariann eisini brúkar ofta.
Kjallarin hevur eisini eitt stórt vaski--rúm, sum Mariann elskar. Her hevur hon eitt langt borð at leggja klæðini á, tvær vaskimaskinur og eina turkitrumlu. Hon vaskar øll handkløðini hjá hárfríðkanarstovunum, og tað kann saktans blíva heilt nógv, sigur hon. Her hevur hon eisini ein lítlan flatskerm, so hon kann hyggja sjónvarp, meðan hon vaskar klæðir.
– Hetta er tað besta rúmið í húsinum, sigur Mariann og smílist »um alt fimm-oyrað«.
Á veg úr aftur kjallaranum ganga vit ígjøgnum eitt óinrættað rúm, sum Rúni brúkar til arbeiðsrúm. Her orðnar hann alt frá elleidningum til træsmíð. Júst elið er serstakiliga spennandi júst í hesum húsinum, tí at alt kann skipast frá fartelefonini hjá Rúna. Hann tekur sína Iphone fram og vísur, hvussu hann bæði kann tendra og sløkkja ljós og stereoannlegg í nærum øllum húsinum – við fartelefonini.
– Tað skal eisini sigast, at elrokn-ingin er tvífaldað seinasta árið, flennir Rúni.
Teirra dreymaheim
Tá rundvísingin er liðug, fara vit báðar, Mariann og eg, út á altanina at fáa okkum ein royk, meðan vit bíða eftir myndamanninum. Tá vit hava kjakast aftur og fram, um tað er ómoralskt ella ikki at brúka pels, og hvussu býtt tað er at roykja, kemur Rúni út og greiðir frá, at hann ætlar at byggja altanina størri, so tað kann verða pláss til spísiborð eisini. Higartil hevur hon ikki verið nýtt til nógv annað enn roykistað hjá Mariann. Hon vendir annars rætta vegin í mun til sólina, sigur hann.
Tá myndamaðurin er komin, hevur tikið myndirnar og keklast eitt sindur um snildu fartelefonina hjá Rúna, siga vit farvæl. Og eg fari út við kensluni av at hava verið inni í tí, sum eftir mínum tykki eru eini dreymahús: Har var bara alt!