Fulham, sum var nummar átta í røðini í Premier League síðsta kappingarár, skal spæla á føroyskum grasi í summar. Lutakastið í Europe League háttaði seg so, at NSÍ og Fulham bresta saman í undanumfarinum.
Fulham spældi seg ikki til rættin at taka lut í altjóða kapping. Ongland fekk hinvegin eitt pláss afturat í evropeisku kappingunum, orsaka av reglunum um Fair Play. Fulham fekk hetta plássið.
Hetta er aðruferð, at eitt lið úr Premier League skal spæla móti føroyingum í Europe League. Manchester City og EB/Streymur hittust í 2008.
Fulham var í finaluni í Europe League í 2010, men tapti fyri spanska Atletico Madrid.
Tann fyrsti dysturin verður á Craven Cottage í London tann 30. juni. Sjey dagar seinni, tann 7. juli, vitjar Fulham, sum millum annað hevur Brede Hangeland, Damien Duff, Danny Murphy, Eidur Gudjohnsen í hópinum, í Føroyum.
ÍF skal spæla móti KR Reykjavík úr Íslandi. B36 hevur fyrr vunnið seg víðari í altjóða kapping móti íslendska IBV.