Dreymamál reistu oddaliðið

Tvey dreymamál reistu oddaliðið á Mølini tá toppur og botnur í Formuladeildini brustu saman. EB/Streymur spældi ÍF sundur og saman í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var ikki sama ferð yvir oddaliðnum, sum kortini ikki loyvdu fuglfirðingum fram at máli sínum

Toppur og botnur brustu saman í útsetta dystinum á Mølini mikukvøldið. Nógv hevur verið tosað um møgulig gummibein á Eiði, og at hetta var nakað botnliðið mátti gera sær dælt av í royndinum at sleppa undan niðurflytingini.
Men tá fyrri hálvleikur var av á Mølini, hevði EB/Streymur staðfest munin millum liðini bæði, og hóast seinni hálvleikur var lítið áhugaverdur og EB/Streymur á ongan hátt beit frá sær, so var sigurin ongantíð í vanda.

Dreymamál
EB/Streymur gjørdi beinanvegin greitt, at tað vóru teir, ið settu treytirnar, tá dysturin skuldi spælast. Tá tíggju minuttir eru spældir vera fuglfirðingar ávaraðir, tá Rafal Kwiecinski buldrar eitt langskot á tvørtræið.
EB/Streyma-liðið tóktist at vera vælupplagt, og á ongan hátt nervað av gummibeinstosinum. Stuttir bóltar, langir bóltar, driblingar og fintir. Alt riggaði sum tað skuldi, og fuglfirðingar vórðu púrasta settir úr spælinum.
Tjúgu minuttir inn í dystin fær EB/Streymur hol á. Bólturin verður fluttur niðan í vinstru síðu, og tá teir nærkast brotsteiginum, verður bólturin latin Teiti Joensen, sum stendur longur inni á vøllinum. Hann lyftur bóltin út aftur í høgru til Arnbjørn, ið leggur bóltin við bringuni og fluktar bóltin flatt yvir í handara málhorn. Eitt vakurt og vælspælt mál frá EB/Streymi.
Løtu seinni er Arnbjørn aftur nær við, tá hann í samband við eitt hornaspark er um at beina bóltin í netið.
Alt bendi á, at her var meiri enn tað eina máli frá EB/Streymi í væntu, og tað staðfesti Rafal Kwiecinski, tá hálvur tími var spældur, tá hann enn einaferð rakti tvørtræið við einum kanónskoti.
Væntaða málið kom so, tá góður hálvur tími var spældur, og var málið frá Arnbjørn flott, so var málið frá Hans Paula ikki minni gott.
Eitt innlegg verður lagt inn í brotsteigin úr vinstru, men bólturin støkkur út aftur í vinstra borð. Har stendur Hans Pauli, og á sjálvum brotsteigarmarkinum heilfluktar hann bóltin við vinstra bólti upp í handara málhorn. Eitt satt dreymamál frá snurritøppinum úr Vík.
Fimm minuttir fyri leiklok var Arnbjørn aftur framvið, tá hann snildisliga við hælinum legði bóltin í netið, men linjuverjin hjá vældømandi Dagfinni Olsen veittraði fyri rangstøðu og tí varð málið kolldømt.
Seinastu minuttirnar fyri hálvleik vitjaði ÍF í EB/Streyma-brotsteiginum fyri fyrstu ferð í dystinum, men ongin veruligi vandi stóðst av hesum.

Sleptu speedaranum
Seinni hálvleikur gjørdist ongin fótbóltsuppliving. Vertirnir høvdu nú slept speedaranum, tað var longri millum keturnar og sendingarnar lógu ikki eins væl sum í fyrra hálvleiki. Óskipað er besta lýsingin av oddaliðnum seinastu trý korterini, har tað heilt sjónligt, at leikararnir vóru nøgdir við tveymálsleiðsluna.
Fuglfirðingar vóru hinvegin lítið frægari enn í fyrra hálvleiki. Hugflogið frameftir vøllinum var ógvuliga avmarkað. Hanus Eliasen royndi at sprella viðhvørt, men hevði truplar arbeiðsumstøður einsamallur á toppinum móti Egil á Bø og Fróða Clementsen.
Fáir møguleikar vóru at hóma, og burtursæð frá tí einu ferðini, har Hans Pauli var rangstaddur, tá hann fekk bóltin í netið, var ongin upplagdur málmøguleiki hjá heimaliðnum.
Fuglfirðingar royndu at leggja eitt ávíst trýst, men tað var sjáldan at boð vóru eftir René Tórgarð í EB/Streyma-málinum, og tí komu heldur ongi mál í seinna hálvleiki.

Øktu um fjarstøðuna
Dysturin millum topp og botn í Formuladeildini endaði harvið við einum tryggum 2-0 sigri til EB/Streym. Sama úrslit sum í fyrsta dystinum partanna millum í ár, tá teir leiktu á Mølini, men stóri munurin á dystinum nú og tá var, at hesaferð hálaði EB/Streymur sigurin í hús í fyrra hálvleiki, meðan tá komu tey trý stigini ikki til hølvdar fyrr enn í seinastu minuttunum av dystinum.
Eftir tveir dystir uttan ein sigur, reisti oddaliðið seg aftur og fjarstøðan til næstu liðini er nú fimm stig. Hjá fuglfirðingum sær tað hinvegin trupult út. ÍF liggur aftast, og er eitt stig aftanfyri B68. Tað kunnu teir tó ikki brúka til so nógv, tí seks stig eru upp til VB/Sumba, sum liggur omanfyri niðurflytingarmarkið.