Dreymamál sendi Argentina víðari

Umdystur mátti til, áðrenn Maxi rodriguez við einum fantastiskum máli sendi Mexico úr HM

HM 1/8 finala

Talan verður um eitt brak av eini fjórðingsfinalu fríggjadagin. Argentina spældi seg í kvøld til dystin móti Týsklandi, men leingi stóð nógv á argentinsku favorittunum.
Tað byrjaði við buldur og brak, tá Mexico legði seg á odda eftir fríspark, og deyðbóltur var eisini upprunin, tá Argentina javnaði stutt eftir.
Fleirir mál komu tó ikki fyrstu 90 minuttirnar, og so gjørdist neyðugt við umdysti. Her avgjørdi Rodriguez dystin við einum framúr vøkrum máli. Á brotsteigarhorninum tamdi hann við bringuni, áðrenn bólturin í einum bleytum boga varð sendur yvir í handara málhorni uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum.

Argentina-Mexico 2-1 (1-1)
0-1: R. Marquez, 5.
1-1: H. Crespo, 10.
2-1: M. Rodriguez, 98.