Dreymar við havið: Atgongumerkjasølan er byrjað

Nú hevur Havnar Bio latið upp fyri atgongumerkjasøluni til føroyska spælifilmin "Dreymar við havið", sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Filmurin verður vístur í Havnar Bio frá 6. september til 13. september. 

 

 

Undanfrumsýning verður í Norðurlandahúsinum tann 5. september fyri teimum mongu stuðlum og hjálparfólkum, ið hava verið við til at gjørt filmin til veruleika. Frumsýning fyri almenningin verður mikudagin 6. september í Havnar Bio, tá Filmsfelagið byrjar vetrarskránna. Leikstjóri og høvuðsleikarar eru til staðar, og møguleiki verður at seta teimum spurningar eftir sýningina. Hósdagin 7. september byrja regluligu sýningarnar í Havnar Bio, og síðani fer filmurin at ferðast kring heimin.

Dreymar við havið er ein ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir egnum samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá.

 

 

- Ester (Juliett Nattestad) býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg og onki hendir. Alt hetta broytist tá Ragna (Helena Heðinsdóttir) flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan Mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara, skrivar Havnar Bio á heimasíðuni. 

 

 

Høvuðsleikarar eru Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg á filmi, sum Ester, meðan Helena Heðinsdóttir, ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna. Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum samstarvi við leikstjóran.

 

 

Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.