Enn einaferð eru tey farin undir sjónleik í Losjuni í Gøtu og hesaferð er tað kendi skemtileikurin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt, ella á enskum A Midsummer Night's Dream.
Aksel Tórgarð hevur týtt og Noomi Reinert hevur leikstjórnað. 22 leikarar spæla í leikinum.
Frumframførslan verður týskvøldið 16. mars klokkan 19, og framført verður hesa vikuna hvørt kvøld klokkan 19.