Ímyndin av báðum liðskiparunum er, at teir eru arbeiðsmenn. Stríðast altíð væl og motivatiónin er altíð í topp. Odmar Færø, sum er úr fótbóltsfamilju, er miðverji og hevur millum annað eisini spælt fleiri góðar landsdystir. Hann er tiltikin sterkur og skjótur. Hann verður eisini liðskipari leygarkvøldið á Tórsvølli.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Tú sleppur ikki undan tankanum um, at lyfta steypið. Fyrimyndir sum Tummas Eli Hansen, Klæmint Matras og Jákup á Borg hava longu klárað tað. So tað hevði verið stuttligt, sigur Odmar Færø, meðan hann hyggur yvir Tórsvøll. Yvir av honum stendur Jógvan Rói Davidsen, liðskipari hjá HB.
Hann hevur vunnið seg fram í HB við hørðum arbeiði á høgra bakki. Hann rennur hvønn tann einasta túr á vøllinum við fullari ferð, og tað er blivið til eitt ótal av innleggum og góðum verjustøðum, tí hann megnar næstan altíð at koma vegin fram.
- Tað hevði verið fantastiskt at lyft steypið. Eg giti, at tað er tað allir liðskiparar droyma um, men tað hevði eisini verið deiligt hjá felagnum at vinna aftur, sigur Jógvan Rói Davidsen.