Tað er grátt og vátt hendan mikumorgunin í Leirvík. Heystið er her – beint her. Og føroyska náttúran og veðurlagið, sum hava skapt gróðrarbotn fyri so nógvari list, leggur hendan dagin upp til eitt prát við tónleikaran Høgna Lisberg. Í køkinum heima hjá foreldrunum á Sýnini.
Hann hevur í eini 15 ár verið sjónligur og virkin á føroyska tónleikapallinum – fyrst sum trummusláari í rockbólkinum Clickhaze, men mongu seinnu árini sum solistur við egnum útgávum og nógvum framførslum heima og burturi.
Fyrstu almennu framførslurnar hjá Høgna Lisberg vóru við hornorkestrinum í Fuglafirði, síðani legði hann botnin í nýskapandi rocktónleikinum hjá Clickhaze, og eftir tað tók hann stigið frá trummunum og fram á pallin – bæði tí fysiska pallinum og tí føroyska tónleikapallinum annars.
Nú er hann aftur fløguaktuellur, hevur útgávukonsertir um vikuskiftið og gongur á sangskrivaralinjuni á Rytmisk Konservatiorium í Keypmannahavn.
Fyrst í hornorkestri
Tónleikalívið hjá Høgna Lisberg byrjaði, tá ið hann sum 9 ára gamal fór at spæla trummur í musikkskúlanum. Tvey ár seinni fór hann eisini at spæla gittar, men í nógv ár var tað trummuspælið, sum fylti mest. Musikklærarin hjá Høgna var eisini dirigentur hjá hornorkestrinum í Fuglafirði, so tá ið tey manglaðu trummuspælara, tók hann Høgna við í orkestrið.
- Pápi mín spældi trummur, tá hann var yngri, men hann gavst, tá eg varð føddur, so tað er ikki tí, at eg havi sæð og hoyrt hann spælt trummur, at eg fór at spæla trummur. Men tað hevur helst fylt nógv alíkavæl, at hann hevði spælt trummur og var tónleikaáhugaður, sigur Høgni Lisberg.
- Eg byrjaði við at spæla á lørini, og eg fekk ikki mítt fyrsta trummusett, fyrr enn eg var 15. Tað var gamla trummusettið hjá hornorkestrinum. Teir skiftu út, og so fekk eg tað gamla trummusettið. Nógv av venjingini við trummuspælinum er koordinatión millum hendur og føtur, og tað kann mann venja á lør og gólvið, og so kann mann seta seg við eitt trummusett nakrar ferðir um vikuna, greiðir Høgni frá.
- Eg treivst væl í hornorkestrinum, tí mín dreymur tá var at blíva klassiskur percussionistur. Men tá ið eg so bleiv 14-15 ára gamal, so broyttist tað eitt sindur. Vit høvdu onkrar rockbólkar her í kjallaranum – millum annað eg og Eivør Pálsdóttir og Knút Háberg Eysturstein - og tá ið eg so gjørdist partur av Clickhaze, so útviklaði tað seg bara tann vegin, og eg vildi heldur spæla rocktónleik.
Tann loyniliga síðan
Rockbólkurin Clickhaze, sum vann Prix Føroyar kappingina fyri góðum 10 árum síðani, var sera virkin í nøkur ár, og Høgni Lisberg var ein av tónleikarunum í bólkinum.
- Clickhaze var seriøst og ambitiøst. Bólkurin fann sítt egna ljóð og vildi náa út um landoddarnar við sínum tónleikinum. Serliga Jón Tyril gekk undan, og tað smittaði á okkum onnur. Samstundis hevði Prix Føroyar skundað undir eitt rák, at føroyskir bólkar skrivaðu egnar sangir.
- Í 2003 gavst Clikchaze at spæla, og tá fór eg víðari við mínum egna tónleiki. Clickhaze var ein bólkur við sjey fólkum, sum høvdu sterkar meiningar um, hvat vit skuldu gera. Tað skapti nógv spennandi ting, men tað var eisini ein strævin prosess at skapa tónleik. Øll skuldu verða samd, og tað kundi verða trupult at skriva nýggjar sangir, sigur Høgni Lisberg.
- Eftir Clickhaze vildi eg gera meira við mína loyniligu síðu, sum var at sita í kjallaranum og spæla gittar og syngja. Mammu og tey vistu nóg illa av, at eg sat og putlaðist við sovorðið. Jens L. Thomsen var byrjaður at taka upp, og hann hjálpti mær so við upptøkunum til mína fyrstu fløgu. Tá visti eg ikki rættiliga, um eg skuldi gera meira við hetta, sum eg hevði rótað meg út í, men tað bleiv líkasum mítt projekt, og eg helt fram við tí.
Høgni Lisberg tók hesa tíðina stigið frá trummunum og fram á pallin at syngja og vera frontmaður í sínum egna bólki.
- Tað var løgið at fara frá at sita við trummurnar aftan fyri sangaran og so fara fram á pallin og standa framman fyri trummuspælaran. Tað var eisin nervapirrandi fyri meg, og fyrstu konsertirnar hevði eg so nógvar nervar, at tað var pínligt. Men tað hevur verið ein partur av leiðini, sum eg havi valt. Eg havi skift positión fleiri ferðir, og tað lærir mann ótrúliga nógv av, sigur Høgni Lisberg.
Eftir at Høgni Lisberg hevði roynt lívið sum sangskrivari, sangari og frontmaður, kundi hann valt at farið aftur til trummurnar og konsentrera seg um tað. Men tað gjørdi hann ikki. Hann helt áfram sum solistur, samstundis sum hann eisini spælir trummur í onkrum bólkum – millum annað í ORKA og hjá Eivør.
- Tað vóru fleiri orsøkir til, at eg helt fram við at gera og spæla mín egna tónleik. Ein orsøk var, at eg ynskti ikki at blíva ein trummuslava hjá nøkrum. Eg vil hava nakað at ganga upp í, skapa nakað og halda tað verða listarliga áhugavert, sigur Høgni Lisberg.
- Eg orkaði heldur ikki aftur ta drúgvu leiðina at skriva og venja 15 nýggj løg, man má hava í skjáttuni, tá man byrjar eina nýggja verkætlan, og so at vera bundin at øðrum fólkum. Eg vildi ikki vera tengdur at einum heilum bólki, sum kanska aftur innan stutta tíð kundi fara í upploysn. Eg vildi hava tilfar her og nú at arbeiða við,sjálvur og frammeftir, og vildi ikki órógvast av millum annað einari upploysn av einum bólki. Tí koyrdi eg bara ahead við mínum egna.
Krevur disiplin
Tilveran sum tónleikari kann verða skiftandi, ganga upp og niður, og tað er ikki altíð, at vegurin bara er lættur at ganga.
- Eg var heilt ungur, tá ið eg tók avgerðina um, at eg vildi verða tónleikari, so ræður tað um at gera tað, sum skal til fyri at kunna vera tónleikari, sigur Høgni Lisberg.
- Tað hevur verið læruríkt, tí ein part av tíðini havi eg skrivað sangir og spælt inn, og ein part av tíðini havi eg spælt live og tikið mær kontórarbeiðnum. Og soleiðis hevur tað skift nú í nógv ár. Eitt tíðarskeið spældi eg ikki so nógv trummur við øðrum bólkum, men tað havi eg gjørt meira av seinastu trý ella fýra árini.
Lívið sum tónleikari kann verða skiftandi á ymsan hátt.
- Eg veit ikki altíð, hvar eg flóti. Eg eri rímiliga organiseraður við pengum, og eg kann gott leggja ætlanir, sum eg klári at halda. Til dømis kann eg spæla nógv í ein mánað og forvinna mær pengar, og so einki forvinna í nakrar mánaðir.Tað klári eg væl at umsita. Eg veit, at um tríggjar mánaðir, so havi eg ongar pengar eftir, og so má eg antin út at spæla meira ella fáa mær eitt vanligt arbeiði í eina tíð, og tað havi eg gjørt fleiri ferðir.
- Lívið sum tónleikari krevur disiplin. Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga og plága seg sjálvan, tá ið tað ikki gongur so væl, tí so verður tú klikkaður av tí. Og tað lærir mann seg. Tú mást góðtaka, at tað er ein lívsstílur, sum tú hevur valt, sigur Høgni Lisberg.
Avkláraður
Hóast onkur tíðarskeið kunnu verða strævin, heldur Høgni Lisberg, at tað ber til at gera alt lættari fyri seg sjálvan við at viðurkenna, hvussu treytirnar eru.
- Ert tú avkláraður við, at við hvørt gongur tað væl, og við hvørt gongur tað minni væl, so er tað lættari. Og tú skalt eisini gera upp við teg sjálvan, nær tað gongur væl. Fyri meg snýr tað seg nógv um at skapa tónleik.
Men gongur tað væl, tá ið tú hevur nóg mikið av pengum at liva fyri og ikki nýtist at gera so nógv við tónleikin, ella tá ið tú skapar okkurt?
- Eg má forvinna pengar av tónleikinum, fyri at tað skal bera til, og tá ið tað gongur, so kann mann staðfesta fyri sær sjálvum, at tað veruliga ber til. Men hinvegin kemur ofta mest burtur úr, tá ið eg mangli pengar. Um eg veit, at um ein mánað havi eg ongar pengar eftir, so má ordiliga fara í gongd við at spæla og koma út.
- Eg haldi eisini, at tað eru nógvir fyrimunir við ikki at fáa stóra succes sum tónleikari. Eg eri glaður fyri, at eg ikki fekk nakað gjøgnumbrot í 2005 við Morning Dew. Tá ið eg geri tónleik, hugsi eg altíð, at eg skal út at vinna fólk av nýggjum. Tað motiverar meg og skundar undir at verða í gongd og skapa nakað nýtt.
- Fyri meg er tónleikur ein lívsstílur, og tað er nakað, sum broytist við tíðini. Eg byrjaði við at verða trummusláari, skuldi verða klassiskur percussionistur, so bleiv tað til popp og rock, so fór at skriva sangir og geva mín egna tónleik út. Tað flytur seg allatíðina, og eg veit ikki, hvar eg endi. Tað ræður um at varðveita forvitnið, læra nýggj ting og koma víðari, sigur Høgni Lisberg.
Høgni Lisberg hevur konsert í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 19.30 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið kl. 22.30.