Søgan um Atla Danielsen er ein søga um ein mann, ið sjálvdan fer út um mark og sjálvdan vinnur nakað. Bæði sum persónur og sum fótbóltsspælari er hann maðurin, ið ger tey røttu tingini og ikki tekur ov nógvar vágar. Nú ætlar hann sær at vinna nakað við KÍ.
KÍ hevur júst vunnið 3-0 á TB í ársins fyrsta landskappingardysti, tá Sosialurin hittir fryntliga og fyrikomandi miðvallaran í Klaksvík. Hann býr saman við konuni í leigaðum húsum í Klaksvík, og onkursvega verður tú ikki bilsin, tá tú kemur inn og alt er reint og ruddiligt.
Soleiðis kenna vit eisini Atla á vøllinum. Hann spælir fyri tað mesta á verjukenda miðvøllinum og heldur seg til tað. Meðan aðrir spælarar fáa loyvi at fara framvið og reika, so er Atli maðurin, sum skal tryggja at tað er javnvág á liðnum. Tað eru ikki langar og flottar avleveringar ella dribblingar, sum eyðkenna Atla, men heldur stuttu og neyvu avleveringar og harða arbeiði.
Atli hevur eisini altíð havt annað enn fótbólt í sínum lívi og tað kemur eisini til sjóndar undir samrøðuni, tí lyklastøður og hendingar standa ikki so fastar í minninum.
Atli er í góðum lag eftir sigurin. Hetta er fyrsti dysturin sum veruligur KÍ spælari í seks ár. Hann hevur verið aftur í leigu ørindum og styttri tíðarskeiðum. Atli Danielsen er komin heima aftur eftir seks ár í útlegd.
FM í 93
Atli er uppvaksin á Gørðum í Klaksvík við einum bólti undir arminum. Tíðin fer við at sparka móti eini garasjuhurð saman við vinfólki. Komin í skúla endar hann at sita við síðuna av Hjalgrími Elttør, sum í dag er liðskipari hjá KÍ.
Atli byrjar saman við millum annað Hjalgrími, Símuni Joensen og Kristiani á Lakjuni at spæla bólt við KÍ. Tíðin sum fótbóltsspælari byrjaði við einum gullheiðursmerki í smápiltum. Atli er liðskipari og KÍ ger bart í fyrstu FM kappinginum. Tað endar við, at KÍ til seinastu kappingina hevur ráð at tapa fyri arvafíggindanum úr HB, sum telur menn sum Jón Róa Jacobsen og Vagnur Mohr Mortensen.
- Vit taptu 7-1, men vunnu FM. Eg var liðskipari og tað var stórt at fáa steypið, greiður Atli frá í einum løttum tóna.
Fyri uttan hetta árið, so vinnur Atli einki gull við KÍ. Hvørki í ungdómsdeildunum ella í bestu deildini.
Í 2000 verður Tomislav Sivic venjari í Klaksvík. Árið eftir er Atli fastur maður á besta liðnum og eins og hinir, ið hava havt Tomislav Sivic, so hevur hann eisini heft seg við onkran hending við fyrrverandi VB venjaranum.
- Hann spældi einki tað árið, men tá vit skuldu spæla móti VB setti hann seg sjálvan inn á liðið. Hann segði við okkum, at hann fór at øsa Robert Cieslewicz upp, sigur Atli Danielsen og ristur eitt sindur upp á høvdið.
Sama árið kemur Atli í steypfinaluna, men tapur fyri B36 í oysandi regni á Tórsvølli.
Stóli aldrin upp á Símun aftur
Árið eftir verður Kurt Mørkøre settur sum venjari. Atli og hinir í KÍ blíva nummar trý. Tað er serliga ein hending, ið Atli minnist afturá frá tíðini við Kurt sum venjara. Í dysti móti HB í Klaksvík fær Atli greitt at vita, at hann skal dekka Jóhannis Joensen tá HB hevur hornaspark.
Tríggjar minuttir fyri tíð fær HB hornaspark og KÍ er á odda 2-1. Símun Joensen rópar á Atla um at skifta mann. Bólturin kemur innfyri og Jóhannus javnar fyri HB.
- Kurt var í øðini og skifti meg út. Símun segði sjálvandi einki, so eg fekk skyldina fyri alt. Eg var nakað so keddur og fór beint í skiftirúmi, greiður Atli frá.
Inni í skiftirúminum hoyrir Atli áskoðararnar fegnast, tá Kurt Mørkøre við dundurskoti tryggjar KÍ ein minniligan sigur. Tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at Símun Joensen valdi at fortelja Kurt frá hvat veruliga hendi.
- Eg stóli aldrin upp á Símun aftur, sigur Atli og flennir.
Í 2003 verður Atli fluttur upp á miðvøllin har hann eisini spælir í dag.
Einsamallur í Sogndal
Á summri 2005 stendur Atla í boðið at royna seg í norska Sogndal. Hann verður útleigaður, men upplivilsið verður eitt av teimum minni góðu. Uttanfyri vøllin er lítið samanhald millum spælararnar og á vøllinum gongur ikki væl.
- Eg lærdi nógv av tíðini í Sogndal, men eg angri ikki at eg royndi tað. Eg haldi tað vísti, at eg má hava okkurt annað enn fótbolt at ganga upp í, sigur Atli og griður frá hvussu einslit tað var aftaná venjing, og um longu busstúrarnar til útidystirnar.
Í 2006 verður Tony Paris venjari hjá KÍ. Atli og hann finna ikki altíð so væl útav tí.
- Tony skuldi altíð avgerða alt og fótbólturin var primitivur. Eg minnist aftaná eitt tap, at vit runnu so nógv, at eg spýði. Eg dugi ikki at síggja hvussu tað skuldi hjálpa upp á nakað, sigur Atli.
KÍ kemur í steypafinaluna og tapur 2-1.
Til Danmarkar
Atli flytir í 2007 til Danmarkar og endar við at spæla við Frem. Tað stóð honum eisini í boði at royna seg í Lyngby, sum hevði Kasper Hjulmand sum venjara.
- Tað var kanska býtt, at eg ikki fór at venja við teimum, sigur Atli eitt sindur ivasamur á málinum.
Miðvallarin fær hinvegin fult álit frá venjaranum Anders Theil. Atli fellur væl til í nýggja felagnum, sum eisini eisini telur føroyska málverjan Gunnar Nielsen. Frem skipar fyri, at Atli skal flyta inn til Gunnar at byrja við.
- Tað var læriríkt, at skula gera mat til Gunnar og taka upp eftir honum, sigur Atli við einum smíli og viðgongur, at málmaðurin dugdi at gera ein góðan pasta rætt.
Tíðin í Frem er góð og Atli spælir fast frá byrjan. Hann er tann verjukendi miðvallarin av teimum og tekur sær av deyðbóltunum, men tíðin í Frem kemur brádliga til ein enda, tá felagið í 2009 fer á heysin.
Atli er útbúgvin finans økonom og flytir til Føroyar at spæla við KÍ, men tað gongur illa og felagið flytur á fyrsta sinni niður. Atli avgerð at fara undir víðari útbúgving í Danmark og Anders Theil, sum nú er venjari hjá Roskilde, ringir til Atla. Har spælir miðvallarin fram til á summri 2011.
Vil vinna eitt FM
Afturgangandi fyri øll árini er, at Atli ongantíð er at finna í toppinum í deildini, sum hann spælir í.
- Tað er tungt altíð at spæla undir trýstinum, sum eitt lið í botninum har tað ræður um at gera so fáar feilir sum gjørligt. Tað var við tí í huga, at eg valdi B36 tá eg kom heim, sigur Atli, sum eisini hevði tilboð frá KÍ.
B36 er um hetta mundið fremst í deildini og stevnir móti meistaraheitinum. Tað endar við, at Atli vinnur sítt fyrsta FM og fyrsta gullheiðursmerki síðani 1993.
Undan hesum kappingarárinum hevur Atli tó valt at koma aftur til Klaksvíkar at spæla fótbólt, har sum alt byrjaði.
Tvey reyð kort
Atli Danielsen hevur fingið tvey reyð kort í síni yrkisleið. Tað fyrra fekk á í sínum fyrsta dysti fyri U16 landsliðið móti Noreg. Atli er á høgra bakki, men kemur at brúka hondina á sjálvari málstrikuni og fær reytt kort.
- Tá vit KÍ’arnir komu heim eftir kappingina hevði Hjalgrím skorað einsamalla málið, Símun Joensen var liðskipari og Kristian á Lakjuni var besti spælari á vøllinum. Eg kom heim og hevði fingið reytt kort, greiður Atli frá.
Seinna reyða korti fekk Atli í 2007, tá hann kom heim at spæla tveir dystir fyri KÍ. Á heimvølli tekur KÍ móti AB, sum hevur Allan Mørkøre á liðnum. Atli hevur gult kort, tá hann skumpar til Allan.
- Hann var royndur og læt seg detta og so fekk eg mítt seinna gula kort, fortelur Atli.
Hann er heima í Føroyum, tí hann skal giftast og tað er ikki ilt at meta um hvat talurnar snúðu seg um.
- Tað var sjálvandi eitt tema, at eg var blivin útvístur fyri at leggja á Allan Mørkøre, sigur tann annars so róligi Atli við einum smíli.
Komin fyri at verða
Atli Danielsen er komin fyri at verða í KÍ.
- Tú kanst gott siga, at eg eri komin heim fyri at verða. Nógv skal broytast fyri at eg velji nakað annað, sigur Atli.
Hann hevur spælt 41 landsdystir, men er í dag ikki millum teir, sum sleppur upp í part. Hann kundi hugsa sær at fingið at vita hví, men nú raðfestur hann KÍ hægst, so má restin bara koma sum tað kemur.
- Dreymurin er at vinna eitt FM við KÍ, sigur Atli Danielsen at enda
[email protected]
Fakta:
Atli Danielsen
Føddur: 15. august 1983
Foreldur: Amund og Finngerð Danielsen
Kona: Súsanna Danielsen
Starv: Norðoyar Sparikassi
Yrkisleið:
Landsdystir: 41
2000 – 06: KÍ
2005: Sogndal (útleigaður)
2007 – 09: Frem
2007: KÍ (Útleigaður)
2009: KÍ
2010 – 11: Roskilde
2011 – 12: B36
2013 – KÍ